Valið byrjar í dag

Í kvøld fara veljarar í Iowa á valfund at velja, hvør skal vera valevni til forsetavalið 8. novembur.

 

Donald Trump. Mynd: Polfoto.

Hillary Clinton og Donald Trump liggja enn  á odda, men leiðslan er tepur. Stór óvissa er knýtt at valunum í Iowa, tí valfundirnir eru sera tíðarkrevjandi og vanliga er luttøkan sera lág. Tað verður mett at vera ein fyrimunur fyri Hillary Clinton og Ted Cruz.

 

Seinastu kanningarnar vísa, at Hillary Clinton fær 47,4 prosent av atkvøðunum, meðan Bernie Sanders fær 44 prosent. Donald Trump fær 30,4 prosent av republikansku atkvøðunum, meðan Ted Cruz fær 24,2 prosent og Marco Rubio 15,2 prosent.

 

Valskipanin í Iowa er heldur annarleiðis enn aðra staðni, við tað at talan er um eitt sonevnt caucus ella ein floksfund. Fundir verða hildnir í hvørjum valøki sær, og byrjar við, at umboð fyri valevnini greiða frá, hví teirra forsetavalevni skal fáa atkvøðuna. Síðani stilla fólk seg í bólkar fyri at vísa, hvørjum tey atkvøða fyri.

 

Her á leiðum er forboðið at reka inni í valhølunum, men valfundirnir í Iowa eggja til júst tað. Øll hava loyvi at tosa saman og royna at fáa fólk at stuðla einum ávísum valevni. Onkustaðni er eisini vanligt, at tey, sum í fyrstu atløgu atkvøða fyri einum valevni, sum fær lága undirtøku, fáa møguleikan at broyta sína atkvøðu.

 

Tað er partvís hetta, sum ger tað so torført hjá teimum, ið gera veljarakanningar. Veljarakanningarnar kunnu siga nakað um, hvørjum fólk ætla sær at atkvøða fyri, tá tey fara á val, men ilt er at taka hædd fyri, um fólk fara at skifta meining inni í valhølinum.

 

Hendan heldur tíðarkrevjandi valskipanin fær eisini skuldina fyri, at veljaraluttøkan vanliga er sera lág. Sum dømi kann nevnast, at av teimum skrásettu republikansku veljaranum í 2012, atkvøddu einans 5,4 prosent á undanvalinum í Iowa.

 

Stóra undirtøkan hjá Donald Trump og Bernie Sanders verður ofta grundgivin við at vísa á politikkaraleti, sum valdar millum fólk í USA. Avbjóðingin hjá teimum er tó at fáa hesi fólk at fara á val. Tí verður mett, at ein lág valluttøka fer at hjálpa Hillary Clinton og Ted Cruz heldur enn Donald Trump og Bernie Sanders.

 

Vinnarin av Iowa plagar tó sjálvdan at vinna valið. 7 av 9 ferðum síðani 1972 er vinnarin í Iowa eisini vorðin demokratiska valevni. Tó so, einans tvær ferðir hevur viðkomandi vunnið forsetavalið, Jimmy Carter í 1972 og Barack Obama í 2008.

 

Einans tvær út av seks ferðum síðani 1972 er republikanski vinnarin í Iowa vorðin forsetavalevni, og einans eina ferð er viðkomandi vorðin forseti, nevniliga George W. Bush í 2000.

 

Valfundirnir byrja klokkan 19 lokala tíð, tað vil siga klokkan eitt týsnátt føroyska tíð. Væntandi verður úrslitið klárt tríggjar tímar seinni.

Donald Trump. Mynd: Polfoto.

Donald Trump. Mynd: Polfoto.

Donald Trump. Mynd: Polfoto.

Donald Trump. Mynd: Polfoto.

Donald Trump. Mynd: Polfoto.