Valkanning í Svøríki: Vongurin hjá forsætisráðfrúnni vinnur

Kanningar á valstøðunum í Svøríki gera borgarliga forsætisráðharravalevni Ulf Kristersson til tann stóra taparan á valinum.

 

Fagnaður hjá Javnaðarflokkinum, tá úrslitið av kanningum á valstøðunum varð kunngjørd klokkan 20, sum vísir, at stjórnarsamgongan kann halda fram. - Foto: Jonathan Nackstrand/Ritzau Scanpix

Kanningar á valstøðum fyri tær báðar sjónvarpsrásirnar TV4 og SVT geva mið-vinstrastjórnini meiriluta. Magdalena Andersson forsætisráðfrú úr Javnaðarflokkinum heldur harvið eftir øllum at døma fram í sessinum.

Sum væntað gjørdist tað ógvuliga tætt ímillum blokkarnar báðar í svenskum politikki. Men í báðum kanningunum á valstøðunum fær reyði vongur – Socialdemokraterna, Centerpartiet, Vänsterpartiet og Miljöpartiet - meiriluta.

Javnaðarflokkurin fer í kanningunum meira enn eitt prosentstig fram. 29,3 prosent í kanningini hjá SVT og 29,6 í kanningini hjá TV4.

Endaliga úrslitið á valinum væntast greitt um 23 tíðini. Valluttøkan hevur verið stór. Eisini tá valstøðini lótu aftur klokkan 20 lokala tíð. Tað kann kanska seinka uppteljingini.

Flokkarnir eru í fyrstu syftu varnir at viðmerkja úrslitið av kanningunum á valstøðunum.

– Tað er framvegis øgiliga spennandi, sigur fyrrverandi forkvinnan í Javnaðarflokkinum Mona Sahlin á SVT1.

Eitt annað serligt úrslit av kanningunum er, at Svøríkisdemokratarnir, sum eru ógvuliga atfinningarsamir ímóti tilflytarum, stendur til at fáa um 20 prosent av atkvøðunum.

Stóri taparin sær út til at gerast Ulf Kristersson úr konservativa flokkinum Moderatarna – forsætisráðharraevnið hjá teimum borgarligu. Flokkur hansara gongur aftur umleið eitt prosentstig í mun til valið fyri fýra árum síðani.

So tað sær svart út hjá honum at gerast forsætisráðharri, og flokkur hansara er fyri fyrstu ferð í meira enn 40 ár ikki næststørsti flokkur í Svøríki.

– Tað er greitt, at at tað er deprimerandi at síggja, at Svøríkisdemokratarnir eru størri enn Moderatarnir, sigur Hanif Bali. Hann hevur higartil sitið í Ríkisdegnum fyri Moderatarnar, men stillar ikki uppaftur hesaferð.

Men munur er á, hvuss stóran meiriluta tær báðar sjónvarpsstøðirnar geva vinstraveingi.

TV4 sigur, at blokkurin vinnur 50,6 prosent ímóti 48 til bláa vong, sum umframt Moderatarnar fevnir um Sverigedemokraterna, Kristdemokraterna og Liberalerna.

Kanningin hjá SVT gevur reyða veingi Magdalenu Andersson 49,8 prosent ímóti 49,2 til høgraveingin.

/ritzau/

 

Fagnaður hjá Javnaðarflokkinum, tá úrslitið av kanningum á valstøðunum varð kunngjørd klokkan 20, sum vísir, at stjórnarsamgongan kann halda fram. - Foto: Jonathan Nackstrand/Ritzau Scanpix