Íslendsku meistarnir, Valur fingu av at vita í íslendsku steypafinaluni, sum varð leikt ímóti liðnum, sum vann silvur í íslendsku Landsbankadeildini, KR. KR vann heili 4-0 á Vali, og vóru tað ikki mong, sum høvdu væntað ein dyst, har munurin fór at verða so stórur. Støðan í hálvleikinum varð 1-0 til KR. Ímóti dystarenda skrædnaði veruliga hjá Vali. Hólmfríður Magnúsdóttir skoraði reint hattrick hjá Randi Wardum, og gjørdist hon stóra hetjan hjá KR, sum also fekk hevnd fyri 2. plássið í Landsbankadeildini. Elisabeth Gunnarsdóttir, venjari hjá Vali sigur við Morgunblaðið, at dysturin í dag, varð tann ringasti hjá Valskvinnum tey síðstu 5 árini.