Vandi fyri at tað er hýggjuskotið

Aftur í dag hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan eina matvøru-ávaring

Aftur í dag hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan eina ávaring um eina matvøru, sum er at fáa í Føroyum.

 

Hesa ferð er at Banderos tortillawrap við fullkorni, sum tað er galið við. Talan er um pakkarnar, sum viga 370 gramm og sum eru best fyri 19.06.2023

 

Orsøkin til ávaringina er, at tað er vandi fyri, at tað er moðið, ella hýggjuskotið og sostatt er tað ikki fólkamatur.

 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at tey, sum liggja inni við hesum, eiga at koyra tað í skrell ella at lata tað aftur í handilin, haðani tað er keypt.