Í allan vetur hava londini í Evropa og Asia veri illa plágað av fuglakrími og tað kann ikki útihýsast, at tað eisini kann koma til Føroya.
Tað sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan nú í eini almennari áheitan á almenningin í Føroyum.
Tey leggja kortini afturat, at vandin fyri at tað kemur hendavegin, er sera avmarkaður, men kortini mæla tey fólki til at vera á varðhaldi.
Tey vísa á, at nú um várið er hetta tíðin, tá ið nógvur flytifuglur kemur til oyggjarnar.
– Hóast tað sær út til at fuglakrímið er við at hæsa av í okkara grannalondum, kann ikki útihýsast, at vandi er fyri at sjúkan eisini kemur til Føroyar – hóast hann er sera lítil, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.
Tí mælir Heilsufrøðiliga Starvsstovan fólki til at ansa eftir.
– Geva fólk flogfenaði innandura, ella undir taki, amast ikki so nógvur villur fuglur upp í og sostatt verður smittuvandin munandi minni.
– Tað er eisini skjótt, at fótbúnaður kann verða dálkaður av fuglaskvetti ella øðrum frá villum fugli, og tí verður eisini mælt til at reinsa fótbúnaðin, bæði áðrenn og aftaná at farið verður í høsnarhús og høsnastik. Men sum heild minkar tað munandi um smittuvandan, at onki samband er ímillum flogfenað og villan fugl.
Samstundis heitir Heilsufrøðiliga Starvsstovan á fólk um at frá, um komið verður fram á sjúkan ella deyðan fugl. Her verður hugsað um at siga frá, skuldu fólk komið fram á einar 4-5 sjúkar, ella deyðar, heimafuglar í einum avmarkaðum øki.
Tað verður eisini mælt til at siga frá, um deyður rovfuglur verður funnin nærhendis øki, har nógvur flogfenaður er
Tað er ikki neyðugt at boða frá fugli, ið er deyður av skaða ella raki, ella fugli, ið er uppetin ella rotin. Og tað verður eisini mælt frá at fólk nerta við sjúkan ella deyðan fugl.
Fuglakrím kann smitta øll sløg av flogfenaði, bæði hønur, dunnur og gæs. Sjúkan smittar frá villum fugli til flogfenað, antin beinleiðis frá fugli til fugl, ella óbeinleiðis umvegis umhvørvi.
Virusið kann yvirliva í umhvørvinum í minst 50 dagar. Vanlig sjúkutekin hjá smittaðum fugli eru ringur matarlystur, høvdið hovnar og fuglurin fær trupulleikar við andaleiðini, og tann mesti fuglurin doyr.
Sjúkan rakar høsnafugl harðari enn dunnufugl, men vandin fyri at sjúkan smittar fólk er sera lítil sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.