Vandin fyri nýggjari smittubylgju er lítil

At danir hava havt fýra samdøgur, har smittutilburðirnir hava verið niðan fyri 1000, heldur professari merkir, at støðan við koronu í løtuni er undir eftirliti í Danmark.

 

 

 

Í gjár kunngjørdi Statens Serum Institut í Danmark, at talið av smittutilburðum seinasta samdøgur var 794.

 

Hetta var soleiðis fjórði dagur á rað, har talið av smittaðum í Danmark var niðan fyri 1000. Men, seinasta mánaðin hava danir tó staðfest ein lítlan vøkstur í talinum av smittaðum.

 

Teir 794 tilburðirnir vóru funnir í tilsamans 139.159 kanningum.  

 

Eskild Petersen, professari í ígerðarsjúkum við  Aarhus Universitet, heldur, at gongdin seinastu fýra dagarnar vísir, at farsóttin í løtuni er undir eftirliti í Danmark.

 

- Seinastu tíggju dagarnar hava vit havt onkrar dagar, har smittutølini hava verið oman fyri 1000. Men, nú hava vit havt fýra dagar, har líkt er til, at talið hevur stabiliserað seg rundan um 800 smittutilburðir um dagin.

 

Professarin heldur, at niðurstøðan má vera, at farsóttin í løtuni er undir eftirliti - eisini tí, at fólk gera tað, sum biðið verður um í royndini at berja niður smittuna.

 

Eskild Petersen heldur ikki, at tað ber til at útiloka, at Danmark fer at fáa eina triðju smittubylgju, men hann heldur, at vandin er ógvuliga lítil.

 

- Eg hevði verið ovfarin, um ein nýggju smittubylgja skuldi tikið seg upp, tí tað gongur so væl nú. Summarið nærkast, har vit í fjør sóu, at farsóttin tá var undir eftirliti.

 

Professarin leggur tó aftrat, at tað kortini ikki er full vissa fyri nøkrum.