Í hesum sambandi var eitt ávíst virksemi kring Nørrnu fyrrapartin.
Í venjingini ringdi ein ónevndur persónur til móttøkuna umborð á Norrønu og boðaði frá, at ein bumba var umborð, stutt eftir kyknaði eldur á dekkunum 2, 5 og 7.
– Venjingin skal tryggja, at mannagongdir í sambandi við kreppustøðu á Norrønu virka sum ætlað. Harumframt skulu Smyril Line og avvarðandi myndugleikar gjøgnum venjingina og eftirmetingina kunnu betra um mannagongdirnar, sigur Henny á Líknargøtu, marknaðar- og sølustjóri á Smyril Line.
Eftirmetingin verður í komandi viku.