Óvanligt mál: Bílegði dráp á netinum

Í desember mánaði kemur eitt ógvuliga serstakt mál fyri rættin í Lyngby í Danmark. Talan er um eitt mál, har ein kvinna er skuldsett fyri drápsroynd - á netinum. 

 

 

 

Ritzau skrivar í dag, at kvinnan bílegði og rindaði fyri eitt dráp á netinum. Tó varð drápið ongantíð gjøgnumført. Tað er løgreglan í Norður Sælandi, sum setir fram skuldsetingar móti eini 58 ára gamlari kvinnu, sum skal hava bílagt drápið á netinum. Kvinnan skal sambært løgregluni hava roynt at taka lívið av einum navngivnum persóni, tá ið honum bílegði á netinum og rindaði pengar til ein annan, sum skuldi drepa hendan persón. 

 

 

 

Brotsverkið skal vera hent á vetri í fjør. Kvinnan hevur sitið varðhaldsfongslað síðani 31. mars, tá ið hon varð fyri rættin í grundlógaravhoyring, og tá varð talan um dupult afturlatnar hurðar. Tað merkir, at grundlógaravhoyringin var so loynilig, at framvegis er óvist, hvørjar nágreininligar skuldsetingarnar eru. Tó so varð mett, at talan var um so mikið væl grundaðan illgruna, at hon varð varðhaldsfongslað og hevur sitið í varðhaldi síðani. Málið skal fyri í rættinum í Lyngby í desember, og verður tað viðgjørt við nevningatingið. Hetta hendir, tá ið ákærumyndugleikin krevur meira enn fýra ára fongsulsrevsing. 

 

 

/ritzau/