Í Wisconsin fekk John Kerry 40 prosent av atkvøðunum, men rættiliga óvæntað fekk John Edwards 35 prosent. 2. mars verður uppstillingarval í fleiri statum, og hildið verður, at tann tepri ósigurin hjá John Edwards hevur bøtt um møguleikar hansara. Kortini er John Kerry framvegis langt frammanfyri.