Arbeiðsgevarar vilja hava betri atongd til útlendska arbeiðsmegi. Hetta verður staðfest í ársfrágreðiingini til aðalfundin hjá FAG. – Størsta hóttanin fyri framhaldandi vælferð okkara er troti ðav arbeiðsmegi. Uttan arbeiðsmegi ber ikki til at skapa virðir í samfelagnum, verður millum annað staðfest. Eisini verður sagt, at tað ikki er nóg mikið, at politiski myndugleikin arbeiðir við at geva betri atgongd til ES-borgarar. Hetta tí trot á arbeiðsmegi eisini ger seg galdandi í júst ES-londunum.