Vápnað rán og bumbuhóttanir í Stokkhólm

Vápnaðir menn hava rænt eina veksilsskrivstovu og sett fram bumbuhóttan móti tveimum bankum.

Nærum allur miðbýurin í Stokkhólm er avbyrgdur, eftir at vápnaðir ránsmenn hava rænt eina veksilsskrivstovu og sett tríggjar møguligar bumbur frá sær í tveimum bankum og nevndu veksilsskrivstovu í miðbýnum í Stokkhólm.

 

Tað var um hálvgum ellivutíðina í morgun, svenska tíð, at ein maður kom inn í Handilsbankan í miðbýnum í svenska høvuðsstaðnum, rópti og lameteraði og setti síðani ein pakka frá sær, sum sambært honum sjálvum var ein bumba.

 

Lítla løtu seinni kom ein maður inn á høvuðsskrivstovuna hjá Nordea, eisini í miðbýnum í Stokkhólm, tveitti ein pakka inn um dyrnar og rópti "Bumba."

 

Sambært vitnisfrágreiðingum verður mett, at talan er um sama mann í báðum førum.

 

Báðir bankarnir vóru tømdir fyri fólki, eins og at økið kring bankarnar varð sperrað av.

 

Men eftir øllum at døma var talan um eina fráleiðingaratgerð, tí einans tíggju minuttir seinni fekk løgreglan boð um, at ein veksilsskrivstova skamt frá bankunum var rænd.

 

Løgreglan sigur, at minst tveir vápnaðir menn fingu pening við sær úr veksilsskrivstovuni. Teir settu eisini ein pakka eftir seg nærindis veksilsskrivstovuna, beint við eina fullsetta matstovu, sum eisini er tømd síðani.

 

Vitni siga, at menninir høvdu automatvápn og øks við sær, og rýmdu frá staðnum á eini Vespa. Ein Kalasjnikov-rifla er eisini funnin nærindis.

 

Vespan er síðani funnin, men enn eru menninir burtur.

 

Eitt stórt løgreglulið leitar nú eftir ránarunum og roynir at tryggjað sær sport eftir teir. Millum annað eru øll tok í Stokkhólm steðgaði.

 

Teknikarar frá løgregluni eru í løtuni í ferð við at kannað pakkarnar, um teir veruliga munnu vera bumbur. Beint eftir klokkan 13 svenska tíð hoyrdust brak frá kontórunum hjá Nordea, og síðani rullaði ein bumburobottur hjá løgregluni út úr bankanum.

 

Enn er eingin tikin í málinum. So seint sum 25. septembur var eitt líknandi rán í Svøríki, har tað fyrst var sett fram ein bumbuhóttan, og síðani var eitt rán framt stutt haðani. Í tí málinum er eingin tikin enn.