Vár ger um seg í USA

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard, sum beint eftir jól flutti til Miami í Florida at svimja og lesa á Florida International Univesity (FIU), hevur longu gjørt vart við seg í ársins fyrsta mánaði

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard, sum beint eftir jól flutti til Miami í Florida at svimja og lesa á Florida International Univesity (FIU), hevur longu gjørt vart við seg í ársins fyrsta mánaði.

 

Longu 18. januar, tá Florida Gulf Coast University har vesturi í Florida tók ímóti FIU, til sokallað "dual meet", vann hon sína fyrstu kapping fyri sítt universitet. Talan var um 500 yards frí, sum hon vann við tíðini 5:00.55. Hon gjørdist eisini nummar tvey í 200 yards frí við tíðini 1:53.23. FIU vann samanlagt stevnuna við stigunum 634.3 ímóti 582.6.

 

Í gjár, 28. januar, var aftur dual meet, tá FIU tók ímóti Florida Atlantic University í heimahyli í Miami. Vár svam væl og vann báðar sínar kappingar. 1000 yards við tíðini 10:14.29 og 500 yards við tíðini 5:01.65. Vár gjørdist harvið tann svimjarin, ið vann næstflest stig á stevnuni í gjár, sum FIU eisini vann samanlagt við stigunum 641.6 ímóti 560.4..

 

Liðið hjá FIU verður kallað "Panthers", og umfatar, umframt svimjing, eisini útlop. Til ber at fylgja "Panthers" á Instagram (@FIUMSwimDive), Twitter (@FIUSwimDive), og á Facebook (Facebook.com/FIUSwimmingAndDiving).

 

##med2##