Varðveiting av útvarps- og sjónvarpstilfari

Mortan Hentze
mortan@hotmail.com
Fyrispurningur frá Olav Enomoto
Í februar í ár, setti Olav Enomoto, løgtingsmaður, Jógvan á Lakjuni landsstýrismanni í mentamálum fylgjandi fyrispurning:

1.Hevur landsstýrið nakra ítøkiliga ætlan um, hvussu mentanarliga virði, sum liggur á goymslu á ymiskum bandasøvnum her á landi, kann varðveitast?

2.Um landsstýrið hevur slíkar ætlanir, nær kann so roknast við, at tær verða settar í verk?

3.Eru metingar gjørdar av, hvat tílíkt arbeiði fer at kosta?

4.Metir landsstýrismaðurin, at trygdin í verandi goymsluhølum til almenn ljóð- og AV-bond er nøktandi?

5.Um ikki, hvørji stig ætlar landsstýrismaðurin so at taka fyri at bøta um trygdina?

6.Ætlar landsstýrismaðurin at bera so í bandi, at stovnar, ið framleiða útvarps- og sjónvarpssendingar, fáa álagt við lóg, at teir skulu hava og røkja eitt bandasavn?

7.Um ikki, ætlar landsstýrismaðurin so at bera so í bandi, at Føroya landsbókasavn ella annar stovnur skal fáa álagt at varðveita útvarps- og sjónvarpssendingar?
Aftursvar frá
Jógvani á Lakjuni
Á tingfundi 26. mars 2004 svaraði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, fyrispurninginum frá Olav Enomoto.
Í svarinum sæst m.a., at man í Mentamálaráðnum onga ítøkiliga ætlan hevur um, hvussu útvarps- og sjónvarpstilfar kann ella skal varðveitast. Í svarinum verða tó nevndar nakrar upphæddir, sum siga umleið, hvussu nógv ÚF og SVF meta at tað fer at kosta at varðveita teirra tilfar. Eg havi varhugan av at bæði mentamálaráðharrin og stovnarnir gjøgnumgangandi hava hug at blanda hugtøkini, at varðveita og tað at bjarga tilfari. At bjarga og at varðveita eru hvør sítt, hetta vendi eg aftur til seinni í greinini.
Í svarinum sæst eisini, at sum nú er, eru eingi goymsluhøli í landinum skikkað til at goyma ljóð- og AV-bond. Mentamálaráðharrin gevur heldur einki boð uppá, hvussu hesin trupulleikin verður loystur.
Mentamálaráðharrin sigur í sínum aftursvari til Olaf Enomoto, at tá ið kringvarpslógin verður endurskoðað, skal tað við lóg áleggjast stovnunum, ið framleiða sjónvarps- og útvarpssendingar, at røkja eitt bandasavn. Hvat tað, at røkja eitt bandasavn inniber verður tíanverri ikki útgreinað nærri, útsøgnin er einkisigandi í sær sjálvari.
Varandi varðveiting
Olaf Enomoto spyr eisini hvørji stig mentamálaráðharrin ætlar at taka fyri at bøta um trygdina á søvnunum og um landsstýrismaðurin ætlar at bera so í bandi, at Føroya landsbókasavn ella annar stovnur skal fáa álagt at varðveita útvarps- og sjónvarpssendingar?
Jógvan á Lakjuni svarar:
?Eg skilji spurningin soleiðis, at hann fyrst og fremst snýr seg um tilfarið hjá ÚF og hjá SvF. Her er í fyrsta lagi talan um tann mest átrokandi tørvin og í øðrum lagi er talan um, hvussu á besta og tryggasta hátt verður funnið fram til eina varandi loysn á varðveitingarspurninginum. Mentamálráðið hevur umrøtt spurningin um varðveitingina av bandasøvnunum hjá ÚF og SvF við leiðslurnar á hesum stovnum. Spurningurin hvørt eitt framtíðar føroyskt miðlasavn eigur at leggjast til Føroya landsbókasavn er ikki heilt einfaldur at svara. Nevnast kann, at avvarðandi stovnar hvør í sínum lagi hava áhugaverd hugskot um, hvussu vit best loysa henda spurning. Av viðkomandi stovnum er tað bert Landsbókasavnið, ið mælir til at uppgávan verður løgd til stovnin. Áðrenn eg taki endaliga støðu til hendan spurning, ætli eg mær at koma á tal við avvarðandi stovnar og saman við leiðslunum í felag umrøða hetta málið. Síðan fari eg at seta ein arbeiðsbólk við umboðum fyri hesar stovnar og møguliga øðrum sakkønum við. Bólkurin skal so koma við uppskoti um, hvussuleiðis vit best finna fram til eina haldgóða loysn á spurninginum um eina varandi varðveiting av tí mentanararvi, sum er til skjals í bandasøvnunum hjá teimum stovnum, ið eg her havi umrøtt. ?
Tað er sera gleðiligt, at man í Mentamálaráðnum enn einaferð er farin at hugsað um eina varandi loysn á varðveitingarspurninginum.
Men í omanfyristandandi sitati eru tað tó nøkur viðurskifti, sum undra meg.
Hví umrøðir Mentamálaráðið spurningin um varandi loysn á varðveitingarspurninginum við ÚF og SvF ?
Hvørjar fyritreytir hava hesir stovnarnir, tá ið metast skal um slík viðurskifti? Er hugsanin hjá Mentamálaráðnum, at ÚF og SvF skulu gerast almenn varðveitingarsøvn? Hvussu við Rás 2, Lindini, Rás Tórshavn og øðrum framtíðarrásum, skulu allar í hvørjum sínum lagi agera varðveitingarsøvn?
Landsstýrismaðurin sigur eisini: ?Spurningurin hvørt eitt framtíðar føroyskt miðlasavn eigur at leggjast til Føroya landsbókasavn er ikki heilt einfaldur at svara. Nevnast kann, at avvarðandi stovnar hvør í sínum lagi hava áhugaverd hugskot um, hvussu vit best loysa henda spurning. Av viðkomandi stovnum er tað bert Landsbókasavnið, ið mælir til at uppgávan verður løgd til stovnin.?
Eg spyrji aftur, hvørjar fyritreytir hava hesir stovnarnir at meta um eitt miðlasavn eigur at leggjast til Føroya landsbókasavn ella ikki ? Mær vitandi hava hvørki ÚF ella SvF fólk, ið hava ognað sær førleika til at meta um slík viðurskifti. Sum áður nevnt er tað munur á at bjarga og at varðveita tilfari og eg haldi at man hevur hug, at blanda hugtøkini. Eg ivist ikki í at bæði ÚF og SvF hava fólk, sum í ávísan mun hava tøkniligan førleika at bjarga tilfari, sum er um at farast. Hinvegin má man gera sær greitt at Føroya landsbókasavn hevur førleikan og royndirnar tá tað kemur til varandi varveiting og tað hava hinir stovnarnir ikki.
Spurningurin um hvørt eitt framtíðar føroyskt miðlasavn eigur at leggjast til Føroya landsbókasavn er tí ikki heilt men sera einfaldur, at svara. Serliga um ein hevur eitt sindur av kunnleika um, hvussu grannalond okkara, sum eru slóðbrótarar á hesum økinum, hava loyst somu varðveitingarspurningar. Í grannalondum okkara eru tað tjóðbókasøvnini, sum hava fingið álagt hesa uppgávuna og tað verður staðfest í lógunum um avhending av skyldueintøkum (tvs. lóg sum sigur, at td. ÚF og SVF skulu lata eitt eintak av øllum teirra sendingum til Landsbókasavnið) og ikki í kringvarpslógini, sum tað letur til at Mentamálaráðharrin ætlar. Høvuðsgrundin til at lóggávan á økinum verður løgd undir lógina um avhending av skyldueintøkum og ikki kringvarpslógina er, at man fyri alt í verðini ikki ynskir, at miðlastovnarnir hvør í sínum lagi skulu gerast varðveitingarsøvn.
Aðrar grundir til at Landsbókasavnið eigur at verða avhendingarbókasavn fyri hetta tilfarið eru, at man ikki eigur at gloyma týdningin av at tilfarið verður skrásett av útbúnum fakfólki og gjørt atgeingiligt hjá t.d. granskarum, blaðfólkum o.ø., tí eitt er vist og tað er at varðveiting uttan atgeingi er høpisleys.
Alt gott um ÚF og SvF og tað er gleðiligt, at hesir stovnarnir hava áhuga í málinum, men tann, ið ger sær tann ómak at seta seg inn í hesi serligu varðveitslu viðurskiftini uppdagar alt fyri eitt, at tað eru nógvar og tungar grundgevingar fyri at júst Landsbókasavnið og ikki hesir stovnarnir skulu hava ábyrgd av varðveitingini. Tað kemst ikki av ongum, at grannar okkara hava valt júst hesa loysnina.
Arbeiðsbólkur
og sakkøn
Mentamálaráðharrin sigur at enda:
?Áðrenn eg taki endaliga støðu til hendan spurning, ætli eg mær at koma á tal við avvarðandi stovnar og saman við leiðslunum í felag umrøða hetta málið. Síðan fari eg at seta ein arbeiðsbólk við umboðum fyri hesar stovnar og møguliga øðrum sakkønum við.?
Hetta ljóðar skilagott og eg haldi at man avgjørt skal venda sær til stovnar og fólk við veruligum sakkunnleika um hesi viðurskiftini. Eg vildi mælt arbeiðsbólkinum til, m.a. at vitja Statsbiblioteket í Århus í Danmark og Norska tjóðbókasavnið í Mo i Rana. Har kann man ognað sær kunnleika um, hvussu tveir av næstu grannum okkara hava loyst spurningin um varandi varðveiting av útvarps- og sjónvarpstilfari.
Fyri tann, ið ynskir at seta seg inn í hesi viðurskifti er rúgvusmikið tilfar tøkt bæði á alnótini og í bókum..

Her eru nakrar online keldur um varðveiting av útvarps- og sjónvarpstilfari:

Pliktavleveringsloven (Noreg)
Online: www.pliktavlevering.no

Kringkastning (Noreg)
Online: www.nb.no/html/kringkasting.html


Verneplan for norske lydfestinger og Verneplan for levende bilder (Noreg)
Online:http://www.nb.no/html/lyd-_og_bildearkivet.html

Lag om pliktexemplar av dokument (Svøríki)
Online:http://www.kb.se/Ple/sfs.htm

Statens ljud- och bildarkiv (Svøríki)
Online: www.ljudochbildarkivet.se

Udredning om bevaring af kulturarven / Kulturministeriet 2003 (Danmark)
Online:
kum.inforce.dk/graphics/kum/downloads/publikationer/bevaring_af_kulturarven.pdf

55 mio. kroner til sikring af kulturarven (Danmark)
(Har stendur m.a.: ...elektroniske formidlere som f.eks. radio-, tv- og netmedier bliver omfattet af pligtaflevering)
www.ekstrabladet.dk/VisArtikel.iasp