Varpa ljós á bústaðir til fólk við menningartarni

Í hesum sambandi skipar fel­ag Føroyskur sangskattur í Kvívíkið fyri ókeypis evn­isdegi á Hot­el Føroyum fríggj­adagin 9. mai frá kl. 9 til middags.

Evnisdagurin verður hild­in und­ir heitinum “Bú­stað­ar­við­ur­­skifti og tænasta til fólk við menningartarni”.

– Endamálið við degn­um er at varpa ljós á bú­stað­ar­viðurskiftini hjá fólki við menningartarni og tæn­ast­una, sum tey fáa, sigur Sigrun Wardum, forkvinna í Javna.
Á evnisdegnum verða fyri­lestr­a­haldarar úr Noregi, Dan­mark og Føroyum.

Dánial Gram Høgnesen úr Spyr Meg, sum er nevnd und­ir Javna, fer at greiða frá sín­um bústaðarviðurskiftum og tæn­astuni, hann fær í dag sum menn­ingartarnaður.

Samstundis fer hann at bera fram ynski síni á hesum øki.
Hedvig Ekberg úr NFU, syst­ir­felagnum hjá Javna í Norra, fer at greiða frá bú­stað­ar­við­ur­skiftunum hjá menn­ing­ar­tarn­aðum har yviri.

Í hesum sambandi fer hon eis­ini at greiða frá norska HVPU-reforminum frá 1991, sum hevði til endamáls at bøta um viðurskiftini hjá fólki við menningartarni, og hvussu menningin hev­ur verið á bústaðar- og tæn­ast­u­øki­num ­síðani tá.
Harumframt fer hon at greiða frá nýggju politisku við­t­økuni at gjøgnumganga og endurskoða við­ur­skift­ini á bústaðar- og tæn­ast­u­øki­num, og um rættindini hjá norðmonnum við menn­ing­artarni at fáa tænastu inn í heimið – sama hvar tey búgva.
Tonny Mortensen, næst­for­mað­ur í LEV, danska syst­ir­fel­a­gnum hjá Javna, fer at greiða frá, hvussu LEV ar­beiðir á bústaðarøkinum.

Hann fer at nema við rákið í Dan­mark at byggja nógvar í­búðir á sama matrikli, og hvat LEV heldur um tað. Eisini fer hann at siga sína hugs­an um, hvussu tað á­virkar tænastuna, at fleiri búgva undir somu lon.

Umboð fyri Al­manna­verkið, fer at greiða frá før­oysku viðurskiftunum á bústaðar- og tæn­astu­øki­num.

Sigrun Wardum vónar at síggja so nógv sum gjørligt á náms­skeið­num.

– Hetta skuldi verið gott at havt í skjáttuni hjá ikki minst politikarum og em­bæt­is­­fólki umframt leiðslu og starvs­fólki á økinum. Men øll onn­ur eru eisini hjartaliga væl­komin, sigur forkvinnan í Javna.

Hon leggur dent á, at hó­ast evnisdagurin er ókeypis, ynskja tey kortini tilmelding, sum skal vera Javna í hendi í sein­asta lagi hósdagin 8. mai kl. 12.