Vártíðin við snellu royndist slett ikki

- Hetta er helst ringasta várið við snellu á Norðhavinum, sum eg veit um, sigur Jóhan K. Joensen hjá Hans Egili Joensen & Synum á Eiði.

Vártíðin við snellu á Norðhavinum gongur móti endanum á hesum sinni og latið verður illa at bæði líkindum og fiskiskapi í vertíðini hesaferð. 

 

- Tað viðraði illa í bestu vártíðini, men tað hevur heldur einki verið at fingið. Nú veðrið hevur verið rímiliga gott í eina tíð, hava einir 6-8 bátar gjørt nakrar túrar við snellu, og teir hava ligið millum 300 og 800 pund um dagin.

 

Tað sigur Jóhan K. Joensen hjá Hans Egili Joensen & Synum á Eiði, sum hava landað útróðrarbátar á Eiði gjøgnum mong ár og tískil vita, hvussu gongdin hevur verið gjøgnum árini.

 

- Eg trúgvi ikki, at her vóru nógv fleiri enn 100 avreiðingar í mars, sum er besta tíð til várróður norðanfyri við snellu. Eitt gott vár her norðuri høvdu vit havt einar 60 avreiðingar um dagin, tá líkindi vóru.

 

Jóhan K. Joensen sigur, at talið av bátum á Eiði, sum hava fiskað við snellu á Norðhavinum í vár, hevur ligið millum 10 og 15 um dagin, og hetta er eitt ógvuliga lítið tal í mun til tað, sum plagdi at vera. 

 

- Ein snellubátur, sum fyrr í vertíðini var úti í tveir dagar, hevði 4000 pund, og herfyri fekk eisini ein snellubátur, sum royndi eftir upsa, 4000 pund. Annars hava nøgdirnar sum heild verið rættiliga smáar í vártíðini.

 

Tað hevur heldur einki borið til við línu norðanfyri seinastu tíðina og seinastu dagarnar, nú veðrið hevur roynst, hava útróðrarbátar, sum annars plaga at fiska væl, ligið millum 3000 og 4000 pund á setuna.

 

- Nei, hetta hevur verið eitt serstakliga vánaligt vár til snelluútróður her norðuri, og í løtuni roynist línan heldur ikki. Eitt er, at tað hevur viðrað illa, men tað hevur heldur eingin fiskur verið at fingið, sigur Jóhan K. Joensen á Eiði.