Vatnflóð og hungur í Niger

Meiri enn 110.000 fólk eru vorðin heimleys orsakað av vatnflóð í afrikanska landinum Niger. Støðan er versnað nógv tær báðar seinastu vikurnar, tí tann 12. august segði ST, at 70.000 fólk vóru heimleys.

Niger er illa fyri frammanundan. Eitt nú hava fólk ov lítið til matna orsakað av drúgvum turki í fjør, og vatnflóðin hevur gjørt støðuna uppaftur verri. ST sigur, at fær landið ikki hjálp, kann hungursneyð hótta sjey milliónir fólk.

Í Miðafrikanska Lýðveldinum hava fólk heldur ikki nóg mikið at eta, og matvørustovnurin hjá ST, WFP, sigur, at umleið 600.000 fólk har klára seg ikki uttan hjálp.