Vatntrýstið í kommununi skal økjast tvey bar

- Tað er uppgávan hjá húsaeigarum at fáa ein trýstregulerandi ventil á innføringina, soleiðis at vatntrýstið kann stillast, siga tey í Vága kommunu.

 

Sandavágur. Vatntrýstið verður økt innanfyri reyðu feltini á kortinum.

Í Vága kommunu ætla tey, at vatntrýstið í nærmastu framtíð skal økjast umleið tvey bar.

 

- Hetta kann hava við sær, at tól í húsinum, sum ikki tola økta trýstið, oyðileggjast.

 

Tí vil Vága kommuna gera vart við, at tað er uppgávan hjá húsaeigarum at fáa ein trýstregulerandi ventil á innføringina, soleiðis at vatntrýstið kann stillast.

 

- Mælt verður til, at ventilurin verður stillaður til umleið fýra bar, og ventilar kunnu eitt nú keypast hjá Sandavágs Timburhandli.

 

Í Vága kommunu hava tey nøkur kort, sum vísa økini, har vatntrýstið kemur at økjast, og her verður víst á, at økini eru innanfyri reyðu feltini á myndunum.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Sandavágur. Vatntrýstið verður økt innanfyri reyðu feltini á kortinum.

Miðvágur. Eisini her verður vatntrýstið økt innanfyri reyðu feltini á kortnum.