Næsta ár fer Klaksvíkar kommuna at halda fram við útbyggingini og betringini av vatnveitingini í býnum.
Í ár vóru nýggi brunnurin og nýggja sóttreinsuverkið í Ánagjógv tikið í nýtslu, og nú fáa øll virkini í býnum sóttreinsað vatn, umframt ein stórur partur av húsarhaldunum.
Næsta ár skal ein nýggjur brunnur gerast á Hálsi, og hesin brunnur fer at taka 1800 tons, sum er tað sama sum hin brunnurin á staðnum.
Sóttreinsuverk skal eisini setast upp, so fleiri húsarhald kunnu fáa sóttreinsað vatn.
Í ár 2000 ætlar Klaksvíkar kommuna at brúka umleið fimm milliónir til hetta arbeiðið.