VB er á veg

Kvinnurnar hjá VB megnaðu sunnudagin at basa tær hjá Tjaldrinum, og liggja nú á odda í landskappingini

Áðrenn kappingin byrjaði, frættu vit úr Vági, at kvinnurnar har suðuri vóru sera uppsettar at vísa, at tær eisini kundu vera við í dystinum um heiðursmeki hetta kappingarárið. Seinasta vikuskifti vóru tær í eldinum fyri fyrstu ferð, og hóast tær bert fingu annað stigið ta ferðina, so fingu tær prógvað, at nakað er um tosið.

Sunnudagin vóru Tjaldurskvinnurnar í Vági, og hóast tær næstan megnaðu at koppa VÍF í teirra fyrsta dysti, so var væntandi at VB kvinnurnar fóru at gerast ov drúgvar í hesum dystinum.


Tjaldur beit frá sær

Soleiðis varð eisini, men áðrenn VB kvinnurnar fingu loyvi at hava stigini har suðuri, máttu tær geva alt tað megnaðu móti Tjaldrinum. Tjaldri byrjaði nevnliga dystin betur, og høvdu eitt skifti leikt seg fram til eina leiðslu upp á 4 mál. VB megnaði tó at svara aftur, og tá farið varð til hálvleik, stóð á jøvnum 9-9.

Í seinna hálvleiki løgdu vágsgenturnar harliga fyri, og eftir at tær høvdu skrykt seg leysar frá Tjaldrinum, tóktist ogantíð at vera ivi um, hvar stigini fóru at enda. Hesu ferðina megnaðu tær eisini at halda dampinum uppi allan dystin, soleiðis at søgan frá seinasta vikuskifti ikki varð endurtikin.


Regina

stóran týdning

Stóri málskjúttin varð aftur hesu ferðina Regina Rádo, og leikandi venjarin verður ivaleyst ein spælari, sum vit koma at hoyra nógv um í vetur. Harumframt hevði Arnleið Krosslá ein sera góðan dag, og skutu tær báðar eisini meginpartin av málunum hjá vágsgentunum.

Hjá Tjaldrinum vóru tað serliga Sonja og Sunrid Gleðisheygg, sum gjørdu um seg, men hetta var altso ikki nóg mikið til at fáa nakað burtur úr dystinum. Tjaldurs kvinnurnar hava sett sær sum mál at verða hangandi í deildini, og hóast tær enn ikki hava fingið nakað stig, so hava teir báðir dystirnir, sum tær higartil hava leikt, givið ábendingar um, at hetta nokk skal fara eydnast teimum.


Bæði leika

móti Kyndli

Komandi vikuskifti hava liðini bæði frí, men í miðvikuni skal Tjaldur til Havnar at leika ímóti føroyameistarunum úr Kyndli, ímeðan VB bíðar til annað vikuskifti eftir somu føroyameistarum. Ein dystur, sum ivaleyst kann geva okkum ábendingar um, hvussu langt vágsgenturnar fara at røkka í teirra stremban eftir heiðursmerkjum.

Sjálvsagt er tað eingin katastrofa, um so er at Kyndil fer avstað við sigrinum, men moralskt man tað ivaleyst vera av stórum týdningi, at vágsgenturnar veruliga merkja, at tær eisini vera við í betra endanum.