VB heldur vónini

VB greiddi sína skyldu, tá VÍF vitjaði. Men tær skulu hava hjálp frá StÍF, um Neistin skal yvirhálast á málstrikuni

VB-VÍF 36-26 (15-14):


VÍF argaði annars nakað nógv sunnudagin. Eftir ein fyrra hálvleik, har VB hevði verið leikliga omaná, settu gestirnir veruliga ferð á seinastu løtuna undan steðginum.

Bert eitt mál var á muni, tá liðini fóru til hálvleik, og í løtunum eftir steðgin stóð ferðir á jøvnum, meðan áskoðararnir gjørdust alt meira spentir.

Men so loysnaði. Laila Jespersen og Daiva Toumaite drógu liðfelagarnir við sær, og tó at VÍF royndi at venda gongdini við einum time-out, so beyð ikki bøtur. VB hevði veruliga fingið flogið aftur, og so gjørdist talan at enda um veruliga stórsigur.

Hvør nytta er í hesum, er tó ilt at meta um. VB hevur ikki lagnuna í egnum hondum, og tí mugu tær bara gera sítt – eisini í seinasta dystinum. Tá skal Neistin spæla útidyst móti StÍF, og megnar heimaliðið tá tað óvæntaða, er tað uppgávan hjá VB at lofta einum óvæntaðum finalubólti.


Fakta um dystin

VB-StÍF 36-26 (15-14)

10 min: 7-5

20 min: 10-8

40 min: 23-18

50 min: 28-22

Málskjúttar

VB: Daiva Toumaite 16(2), Laila Jespersen 8, Carol Kjærbæk 3, Bára Mortensen 2, Sváva Vestergaard 2, Monica Samuelsen 2, Christina Holm 2, Una Egilsdóttir 1

StÍF: Fríða Marjunardóttir 6, Liljan Djurhuus 5(1), Torgunn Johannesen 5(1), Elisa Leo 3(1), Ioana Rapa 3, Heidi Joensen 3, Rannvá á Rógvu 1

Brotskøst: VB 2, VÍF 4

Útvísingar: VB 3, VÍF 6

Dómarar: Kristian Joensen & Karstin Joensen