Veddingarfyritøkurnar undirmeta føroysku U19 kvinnurnar minni nú

Móti Norðurmakedonia, og serliga móti Niðurlondum høvdu veddingarfyritøkurnar sera høg odds uppá føroyskan sigur

Mynd: hsf.fo

Leygarkvøldið klokkan 19 spælir føroyska U19 kvinnulandsliðið í hondbólti hálvfinalu móti Pólandi í B-EM endaspælinum, ið er í Norðurmakedonia í hesum døgum.

 

Avrikini hjá føroysku kvinnunum hava tikið ikki minst altjóða veddingarfyritøkurnar á bóli, ið greitt peikaðu á ein niðurlendskan og ein norðurmakedonskan sigur á Føroyum, men føroysku U19-kvinnurnar vildu tað øðrvísi. Tær stríddu seg til ein flottan javnleik 24-24 móti Norðurmakedonia, og tær vunnu ein ótrúligan 29-22 sigur á Niðurlondum.

 

Áðrenn Føroyar møttu Norðurmakedonia vóru gjøgnumsnitsoddsini uppá ein norðurmakedonskan sigur 1,41. Gjøgnumsnitsoddsini uppá ein føroyskan sigur vóru 3,42. Tað endaði við einum javnleiki, og gjøgnumsnitsoddsini uppá javnleik vóru heili 9,18.

 

Niðurlond vóru risafavorittar at sigra á Føroyum. Gjøgnumsnitsoddsini uppá niðurlendskan sigur vóru so lág sum 1,09. Gjøgnumsnitsoddsini uppá føroyskan sigur vóru heili 8,46. Har hava sitið nakrir skelkaðir oddssetarar aftaná 29-22 sigurin hjá føroysku kvinnunum.

 

Nú eru veddingarfyritøkurnar farnar at trúgva frægari uppá føroysku U19 kvinnurnar undan hálvfinaluni móti Pólandi í annaðkvøld.

 

Gjøgnumsnitsoddsini uppá pólskan sigur eru 1,65. Hesaferð eru gjøgnumsnitsoddsini uppá føroyskan sigur "bara" 2,69, so veddingarfyritøkurnar hava flutt seg munandi sammett við undan bólkafinaluni móti Niðurlondum. 

 

Á hesari leinkjuni: https://ehftv.com/home ber til at stroyma dystin millum Føroyar og Póland. 

 

Mynd: hsf.fo