Veddingarfyritøkurnar: Føroyar hava ongan møguleika móti Rumenia

14 altjóða veddingarfyritøkur hava sera lág odds uppá, at Rumenia vinnur EM-undankappingardystin í høllini á Hálsi í kvøld

Hópurin sum møtti Rumenia á útivølli (Savnsmynd: HSF)

Hópurin sum møtti Rumenia á útivølli (Savnsmynd: HSF)

Í kvøld klokkan 19 spælir føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini í høllini á Hálsi í Havn.

 

Mótstøðuliðið er Rumenia, ið kappast við Eysturríki at enda nummar tvey í bólkinum aftanfyri Danmark. 

 

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.

 

14 Altjóða veddingarfyritøkur eru vísur í, at Rumenia fer at vinna dystin á Føroyum í kvøld. 

 

Hægstu oddsini fyri rumenskan sigur eru bara 1,03. T.v.s. til ber at vinna tríggjar krónur um ein setir 100 krónur á rumenskan sigur í kvøld. 

 

Oddsini fyri føroyskan sigur sveiggja millum 10 og 22. 

 

Her eru oddsini: 

 

##med2##

 

Hópurin sum møtti Rumenia á útivølli (Savnsmynd: HSF)

Hópurin sum møtti Rumenia á útivølli (Savnsmynd: HSF)