Veddingarfyritøkurnar hava føroysku hondbóltskvinnurnar sum stóran favoritt

Hondbóltsfrásøgumaðurin hjá FM1 metir veddingarfyritøkurnar gera ov nógv av

Seinnapartin klokkan 16 spæla Føroyar móti Ísrael í EM-undanundankappingini sum er í høllini á Hálsi í Havn í hesum døgum. Fær føroyska liðið ein javnleik ella ein sigur móti Ísrael hava Føroyar vunnið seg víðari til høvuðsundankappingina.

 

Ísrael má vinna á Føroyum við seks málum ella meir fyri at vinna seg víðari til høvuðsundankappingina. Ein sigur til Ísrael uppá fimm mál ella minni enn tað sendir Finnland víðari til høvuðsundankappingina við best málmuni um øll trý liðini enda á tveimum stigum. Vinnur Ísrael t.d. við fimm málum hava tær pluss eitt og Finnland pluss tvey, og Føroyar minus trý. 

 

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá sera týðandi dystinum millum Føroyar og Ísrael á FM1. Sigrun Mikkelsen verður viðmerkjari til dystarfrásøgnina. 

 

Øll kunnu hoyra FM1 á  www.midlar.fo

 

Føroyar eru sambært 16 altjóða veddingarfyritøkum greiður favorittur til at vinna dystin á Ísrael.

 

Oddsini uppá føroyskan sigur liggja millum 1,25 og 1,35. Oddsini uppá ísraelskan sigur liggja millum 4,00 og 4,60. Oddsini uppá javnleik liggja millum 8,98 og 11,50.

 

Hondbóltsfrásøgumaðurin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal heldur, at veddingarfyritøkurnar gera Føroyar til ein ov stóran favoritt. Føroyar vóru eisini greiðir favorittar hjá veddingarfyritøkunum at vinna á Finnlandi fyrradagin, og tað gjørdist ein sera tepur sigur. Tá undraðist Sjúrður stórliga, at veddingarfyritøkurnar lógu á 1,40 í snitt í oddsum fyri føroyskan sigur. Sjúrður heldur, at munurin millum Føroyar og mótstøðuliðini er minni enn oddsini hjá veddingarfyritøkunum vísa.

 

 

 

Veddingarfyritøkur: Føroyar-Ísrael  HeimasigurJavnleikurÚtisigur
10Bet   1.30 9.75 4.35
188Bet   1.34 11.50 4.35
1xBet   1.35 11.00 4.28
888sport   1.33 9.50 4.40
bet-at-home   1.29 9.20 4.00
Betfair   1.30 9.50 4.50
Betsafe   1.32 11.00 4.60
Betsson   1.32 11.00 4.60
BetVictor   1.30 10.00 4.20
Betway   1.30 9.50 4.25
bwin   1.26 11.50 4.60
Interwetten   1.33 10.00 4.20
Unibet   1.33 9.50 4.40
William Hill   1.30 10.00 4.33
youwin   1.25 9.75 4.50
Betfair Exchange   1.29 8.98 4.33
Gjøgnumsnitsodds:1.3110.184.37