Veddingarfyritøkurnar hava Litava sum ein lítlan favoritt

Her eru oddsini hjá 16 altjóða veddingarfyritøkum uppá Nations League dystin millum Litava og Føroyar

Hóskvøldið klokkan 19.45 spælir føroyska landsliðið Nations League dyst móti Litava á útivølli. Petur Asbjørn Lervig sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.

 

Hóast Føroyar vunnu umvenda dystin á Tórsvølli við 2-1, so hella 16 altjóða veddingarfyritøkur til ein litaviskan sigur. Tó er talan um eina lítla favorittstøðu.

 

Oddsini uppá heimasigur til Litava liggja millum 2,19 og 2,26.

 

Oddsini uppá útisigur til Føroyar liggja millum 3,25 og 3,70.

 

Oddsini uppá javnleik liggja millum 3,05 og 3,20.

 

Her eru oddsini: 

 

##med2##