Leygarkvøldið - páskaaftan - klokkan 19 spæla manslandsliðini hjá Føroyum og Týsklandi seinna HM-undandystin um rættin at vinna seg til HM-endaspælið í Svøríki og Pólandi í januar 2023.
FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo
Týskland vann fyrra dystin í Kiel fyrradagin 34-26 (17-11), og liggja týskarar tí væl fyri at vinna seg til HM-endaspælið, men einki er liðugt fyrrenn alt er liðugt.
Altjóða veddingarfyritøkurnar hava aftur Týskland sum stóran og greiðan favoritt til at vinna á Føroyum í høllini á Hálsi í Havn.
Undan dystinum í Kiel vildi eingin veddingarfyritøka lata hægri odds enn 1,01 uppá ein týskan sigur. Nú liggja oddsini uppá týskan sigur millum 1,04 og 1,07.
Oddsini uppá føroyskan sigur á Týsklandi í høllini á Hálsi sveiggja millum 9,50 og 13,50, ið er væl lægri enn oddsini vóru uppá føroyskan sigur á Týsklandi í Kiel.
Her eru oddsini hjá altjóða veddingarfyritøkunum uppá HM-undandystin millum Føroyar og Týskland í høllini á Hálsi í Havn í annaðkvøld klokkan 19:
##med2##