Veddingarfyritøkurnar hava Víking sum favoritt í Sørvági

Her eru oddsini hjá níggju altjóða veddingarfyritøkum upp á dystin 07 Vestur-Víkingur

Leygardagin klokkan 13 byrjar dysturin millum 07 Vestur og Víking í festivalsumhvørvinum á Dungasandi í Sørvági.

 

Víkingur fer nummar fýra í Betrideildini við 21 stigum, meðan 07 Vestur er nummar fimm við 16 stigum.

 

Hóast Víkingur hevur havt fitt av mótgongd seinnu umførini og 07 Vestur hevur havt eina góða gongd, so hava níggju veddingarfyritøkur Víking sum ein hampuliga greiðan favoritt til at vinna dystin.

 

Oddsini upp á útisigur til Víking liggja millum 1,48 og 1,57.

 

Oddsini upp á heimasigur til 07 Vestur liggja millum 4,60 og 5,00.

 

Her eru oddsini: 

 

##med2##