Veddingarfyritøkurnar hella til ein HB-sigur

Dysturin í Europa Conference League undankappingini millum HB og Newtown byrjar klokkan 19

Í kvøld klokkan 19 er tað HB sum hevur heimadyst í Europa Conference League undankappingini. Mótstøðuliðið er Newtown úr Wales.

 

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.

 

18 altjóða veddingarfyritøkur sum geva odds uppá dystin hella allar greitt til ein heimasigur til HB.

 

Oddsini uppá heimasigur til HB liggja millum 1,62 og 1,73. Oddsini uppá útisigur til Newtown liggja millum 4,10 og 5,18.

 

Oddsini uppá javnleik liggja millum 3,55 og 3,80.

 

Her eru oddsini uppá dystin: 

 

##med2##