Veddingarfyritøkur: Lítið skilir Sverra, norðmannin og grikkan

Tey oddsini ein hevur funnið uppá finaluna Sverri Sandberg Nielsen skal rógva í nátt geva vónir um heiðursmerki til Sverra

Í nátt klokkan 1.45 fara allar Føroyar at standa saman við miðvinginum, Sverra Sandberg Nielsen sum longu er søguligur við at vera fyrsti føroyingur, ið hevur vunnið seg í eina olympiska finalu.

 

Klokkan 1.45 í nátt skal Sverri rógva finaluna í einkult-scullara, og vinnur hann eitt heiðursmerki skrivar hann aftur søgu við at vera fyrsti føroyingurin, ið nakrantíð vinnur eitt olympiskt heiðursmerki. 

 

P/F Ítróttarvedding samstarvar við Danske Spil, og hjá Danske Spil spáa teir sum seta odds fyri kappingar eina hádramatiska finalu millum Sverra, norðmannin, Kjetil Borch og grikkan, Stefanos Ntouskos.

 

Oddsini hjá Danske Spil uppá olympisku finaluna í einkult-scullara eru hesi: 

 

Kjetil Borch 3,00

 

Sverri Sandberg Nielsen 3,30

 

Stefanos Ntouskos 4,00

 

Damir Martin 7,50

 

Alexander Vyazokin 17,00

 

Mindaugas Griskonis 17,00

 

Spilexperten hevur hugt eftir ymsum oddsum uppá olympisku finaluna í einkult-scullara, og eru gjøgnumsnitsoddsini har:

 

Kjetil Borch 3,00

 

Sverri Sandberg Nielsen 3,25

 

Stefanos Ntouskos 3,50

 

Damir Martin 7,50

 

Til ber at síggja olympisku finaluna hjá Sverra í Televarpinum.

 

Somuleiðis ber til at fara inn á facebook-vangan hjá góða vinmanninum og gamla bátafelagnum hjá Sverra, Bergi Robert Dam Jensen. Bergur stroymir olympisku finaluna meðan hann greiðir frá. Leinkjan til facebookvangan hjá Bergi er HER