Veðrið órógvar eisini føroyingalið í Íslandi

Tað er ikki bara í Føroyum, at veðrið argar kappingarskránna

Farna sunnudag var dysturin í SMS-deildini millum Neistan og VB avlýstur, har veðurumstøðurnar forðaðu Smyrli at sigla av Drelnesi til Havnar.

 

Tað er tó ikki bara í Føroyum, at vánaligt veður og daprar veðurforsagnir avlýsa hondbóltsdystir.

 

Ingibjørg Olsen og liðfelagar hennara í ÍBV, ið stríðist í oddinum í bestu íslendsku hondbóltsdeilduni skuldu av røttum spæla dyst móti KA/Þór á heimavølli í Heimaey í morgin.

 

Men vánaliga veðurforsøgnin hevur ført til, at eingin ferja siglur millum meginlandið og Heimaey í morgin. Tí verður dysturin millum ÍBV og KA/Þór av ongum. 

 

Dysturin millum ÍBV og KA/Þór er útsettur til 22. mars.