Veðurstovan: Minni vindur seinni í dag

Fyrrapartin vera upp í 23 m/s, men vindurin minkar út á dagin

Føroyska Veðurstovan roknar við, at tað verður nógvur vindur í dag, og tað fer at regna.

 

Veðurstovan sigur, at í dag vera 13-18 m/s, møguliga upp í 23 m/s, av vestri. Samdrigið og regn ella ælaveður. Seinnapartin 8-13 m/s av útnyðringi, tað verður klárari og kaldari. Fyrrapartin vera milum 2 og 5 hitastig, út á seinnapartin verður um frostmarkið.  Í nátt samdrigið og regn ella vátakavi, eitt skifti minni vindur.

 

Í morgin vera 8-13 m/s av vestri og útsynningi. Samdrigið og támut veður. Um kvøldið vera 10-15 m/s av suðri, og tað fer at regna. Hitin verður millum 4 og 7 stig.