Áki Bertholdsen
- Vit eru á veg upp aftur úr aldudalinum.
Tað er Jan Otto Holm, óheftur fíggjarráðgevari, sannførdur um.
Hann sigur, at tað eru nógv tekin um, at teir fyrstu spírarnir til betri tíðir eru lagdir.
Hann fylgir væl við gongdini í kreppuni og hann staðfestir, at tað er týðiligt, at bjartskygnið er størri nú enn tað var fyri nøkrum fáum mánaðum síðani.
Men hann leggur afturat, at tað eru altíð óvissar, tá ið metast skal um búskaparlig útlit.
- Men tá ið Grikkaland og onnur ræðandi dømi verða sáldað frá, eru útlitini fyri heimsbúskapinum ljósari nú, sigur Jan Otto Holm.
Amerikanski búskapurin er so stórur og tað er oftani har at teir fyrstu spírarnir verða lagdir, bæði tá ið tað gongur ímóti verri tíðum og tá ið búskapurin fer uppeftir aftur.
- Seinastu tíðina er arbeiðsloysið í USA hækkað til tað kom í hæddina fyri heilt stuttum, tá ið tað var yvir 8%, sigur Jan Otto Holm.
- Men nú eru tekin um, at tað er farið at lækkað aftur og seinastu tíðina eru javnan góð tíðindi at frætta um arbeiðsloysið í USA.
Hann sigur, at hetta sæst somuleiðis aftur í nýtsluni hjá amerikanarum, sum aftur er farin at veksa.
Samstundis vísa lyklatøl, at vinnulívið í USA er farið at fáa nógv størri álit á framtíðina.
- Tað eru rættiliga góð tíðindi fyri okkum, tí ein og hvør búskaparlig framgongd byrjar við bjartskygni.
Jan Otto Holm leggur afturat, at tá ið vinnan og privatfólk aftur eru farin at síggja bjartari upp á framtíðina, kemur eisini verulig gongd á í krónum og oyrum.
- Og tað hava vit longu sæð í USA, har arbeiðsloysið minkar og forbrúkið er farið at veksa.
Tað leggur so aftur grundarlagið fyri eini búskaparligari framgongd, tí í USA eru 2/3 av bruttotjóðarúrtøkuni tengt at privatari nýtslu.
Hetta merkir so aftur, at uttan økta privatnýtslu, verður heldur ongin framgongd í USA.
- So tá ið privatnýtslan veksur og heldur vøksturin á, eru tað av álvara góð tíðindi, sigur Jan Otto Holm.
Fleiri góð tekin
Hann leggur afturat, verður hugt eftir teimum roknskapum sum amerikanskar fyritøkur hava kunngjørt fyri fyrsta ársfjórðing í ár, eru teir sum heild rættiliga góðir og tað er so bara eitt tekin afturat um, at vit hava verið á botni og eru á veg uppeftir aftur.
Nógvar fyritøkur høvdu eisini góðar roknskapir í fjør, men tað var rætt og slætt av sparingum.
- Men í ár eru tað ikki sparingar, sum fáa tølini í roknskapunum at síggja penari út. Tað er tvørtur ímóti økt søla sum ger tað.
Jan Otto Holm sigur, at vanliga er gongdin tann, at búskaparlig framgongd í USA so líðandi forplantar seg víðari út í heim og fer eisini at síggjast Evropa og eisini í Føroyum nakað seinni.
Framgongdin seinkast
Fíggjarráðgevarin staðfestir, at onki er at ivast í, at tað eru teir nógvu hjálparpakkarnir hjá teimum ymsu londunum, sum hava skumpað búskapin ígongd aftur.
Ábendingar eru um, at spírandi framgondin í ein ávísan mun hevði staðið við, hóast hjálparpakkarnir verða avtiknir. Men kortini sníkir tað seg altíð ein ivi seg upp um, hvat fer at henda, tá ið londini taka pakkarnar av aftur.
Nær tað verður, er óvist, men nøkur lond eru so skuldarbundin, at tey hava ikki ráð til at blíva við at geva búskapinum almenna andahjálp.
Harafturat kann hendan sama skuldarbyrðan hjá summum londum elva til búskaparliga og politiska óvissu og tað kann í versta føri hótta evrusamstarvið.
- Grikkaland er eitt ræðandi dømi, men eisini vandi er eisini á ferð í Spania, Portugal, Bretlandi og í onkrum øðrum londum við.
- Støðan í teimum londunum kann skapa ótryggleika.
- Kanska fer hetta ikki heilt at forða fyri eini búskaparligari framgongd, men tað kann í øllum førum útseta framburðin.
Fíggjarráðgevarin staðfestir eisini, at í løtuni er rentan søguliga lág.
- Men tað er ongin ivi um, at heldur arbeiðsloysið í USA við at minkað, fer tað at føra hægri rentu við sær og tað leggur eisini ein dempara á framburðin.
Hinvegin er ongin ivi um, at tjóðbankarnir fara at hugsa seg meiri enn einaferð um, so at teir ikki hækka rentuna ov tíðliga og køva eina spírandi framgongd.
Tí heldur Jan Otto Holm, at tað er lítið sannlíkt, at rentan fer at hækka í ár.
Spírar í Evropa
Jan Otto Holm sigur, at tá ið eitt fíggjarligt rák hevur stungið seg upp í USA, plagar tað at forplnata seg í Evropa nakað seinni og sostatt eisini her í Føroyum.
Og hann staðfestir, at seinastu tíðina eru batar eisini at hóma í Evropa.
- Áhugin fyri at keypa fasta ogn er veksandi og prísurin er hækkandi bæði hjá tí vinnuliga og tí privata. Samstundis eru tekin um, at arbeiðsloysið er farið at kvinkað niðureftir.
Hann sigur, at tað er tórført at siga, nær framgongdin rættiliga fer at bíta seg fasta her í Evropa.
Men árið í ár kann gott ganga, áðrenn tað fer at venda av álvara, sigur fíggjarráðgevarin.
Mini-
Kreppa
Hóast nógv verður tosað um kreppu, vil Jan Otto Holm, fíggjarráðgevari, ikki vera við, at Føroyar hava verið í nakrari kreppu.
- Vit eru sloppin serstakliga snikkaleys burtur úr hesi støðuni, sigur hann
Hann vil í mesta lagi strekkja seg til at kalla støðuna í Føroyum fyri eina mini kreppu, ella ein aldudal, sum vit hava verið í.
Almennu kassarnir eru væl fyri og arbeiðsloysið hevur ikki verið serliga stórt afturímóti øðrum londum, tó at tað rakar tey har, sum hava mist arbeiðið.
Ernst Jacobsen, stjóri í ALS, er samdur.
- Hetta hevur slett ikki verið so galið, sum fryktandi kundi verðið fyri, sigur hann.
Hann leggur afturat, at samgongan hevur lagt eina fíggjarlóg fram uttan nakað serligt av skerjingum og tað er eitt greitt tekin um, at ætlanin er ikki at senda nakran skelk ígjøgnum samfelagið og at seta sparingar í verk, sum fara at føra til hóparbeiðsloysi.
Hinvegin kann eisini staðfestast, at enn hevur Løgtingið ikki samtykt fíggjarkarmin, samstundis sum røddir hava verið frammi um at skerja almennu útreiðlsurnar rættiliga nógv, so tað er ikki til at vita, hvat endaliga úrslitið verður.
Vøkstur upp á 4,2%
Í nýggjastu búskaparmeting síni metir IMF, at í ár fer heimsbúskapinum at veksa 4,2%.
Tað fortelur Landsbankin, sum hevur lisið frágreiðingina frá IMF.
Í metingini frá oktober var vøksturin annars mettur til at verða 3% í ár, men heimsbúskapurin er komin skjótari fyri seg, enn áður væntað.
Í 2011 væntar IMF aftur ein vøkstur upp á 4,3%.
Tó er tað ymiskt, hvussu nógv búskapurin í ymsu londunum fer at veksa.
Í menningarlondunum í Asia fer hann at veksa nógv komandi árið, og IMF metir at Afrika fer at koma skjótari fyri seg eftir hesi kreppuni, afturímóti øðrum kreppum. Tey framkomnu londini fara at fáa lágan, men positivan vøkstur komandi árið, men enn eru tey tengd at almennu hjálparpakkunum.
IMF heldur at amerikanski búskapin er betri fyri og fer at koma skjótari fyri seg eftir kreppuna enn Evropa og Japan.
Fleiri lond eru noydd at leggja ætlanir um at framtíðartryggja almenna búskapin fyri at minka um almennu skuldina, og IMF metur, at flestu londini mugu fara undir hesi tiltøk í 2011.
IMF heldur eisini, at ov stór almenn hall í nógvum londum kunnu órógva fíggjarmarknaðin og økja um váðan í fíggjargeiranum.
Í hesum sambandi vísir Landsbankin á, sambært IMF eru fíggjarmarknaðir kring heimin eru komnir fyri seg aftur.
Kortini verður mett, at enn er neyðugt at bøta um fíggjargeiran í flestu londum fyri at minka um vandin fyri fíggjarkreppum í framtíðini, samstundis sum fíggjargeirin skal
styrkjast og gerast meira effektivur.
1800 arbeiðsleys
Í løtuni eru einir 1800 føroyingar arbeiðsleysir.
Tað vísa tey nýggjastu tølini hjá ALS.
Ernst Jacobsen, stjóri í ALS, staðfestir, at tey klára ikki at skráseta umsóknir um arbeiðsloysi, so hvørt tær koma inn, men tilsamans er talan um eini 1800 fólk, sum nú eru í skipanini, ella gott og væl tað.
Hetta er eitt sindur lægri enn tað var fyri heilt stuttum, tí tá táttaði talið upp ímóti 2000 arbeiðsleysum.
Men eisini stjórin í ALS heldur, at ábendingar eru um, at støðan er við at batna, tí seinastu tíðina hevur eitt fitt tal av fólki meldað seg úr skipanini, tí tey hava fingið arbeiði, bæði í sambandi við at leingja flogvøllin, Faroe Pelagic í Kollafirði, Kósina í Klaksvík og aðrastaðni.
Men tað eru eisini fyrispurningar frá stovnum, virkjum og fyritøkum, sum sóknast eftir avloysarum í summar og tað er eisini ein ábending um, at tað gongur rætta vegin.
Ernst Jacobsen hevur eisini nýliga verið á skeiði í Noregi og har var ein greið fatan um, at búskaparliga gongdin var í batningi í Noregi og at framgongd er aftur at hóma.
Samstundis vísa nýggjastu tølini frá fíggjarmálaráðnum, at lønarútgjeildingarnar fyrstu fýra mánaðirnar í ár eru 3,6% hægri enn í sama tíðarskeiði í fjør.
Stjórin í ALS sigur, at ein partur av forkláringini er, at útgjaldið úr ALS er hækkað.
- Men tað er verri enn so øll forkláringin, tí tað er eisini talan um ein veruligan vøkstur í løntum arbeiði, leggur hann dent á.