Heini í Skorini, lesandi
Í seinastu viku hevur formaður Miðfloksins, Jenis av Rana, nakrar viðmerkingar til undirritaða í sambandi við støðu teirra samkyndu í Føroyum.
Samdir
Jenis fýlist á, at undirritaði »skuldsetur Bill Justinussen fyri at villleiða í hesum sama máli, tá hesin førir fram, at málið í veruleikanum viðvíkur homosexualiteti«.
Til hetta er at siga, at sjálvandi er motivatiónin handan broytingaruppskotið støða teirra samkyndu, og ta sannroynd havi eg ikki dult. Tvørturímóti skrivi eg, at paragraffin »sjálvsagt er ætlað serliga hóttum og trýstum minnilutum«. Eins og myndugleikar hava ítøkiligar samfelagsbólkar í huga, tá teir velja at nevna rasu, húðarlit, nationalitet, etniskan uppruna og trúgv í somu paragraff, vóru tey samkyndu hesaferð bakgrundin fyri broytingaruppskotinum um at skoyta seksuella orientering uppí. Tað er eingin loyna, at ítøkiligar støður hjá ítøkiligum samfelagsbólkum er orsøkin til paragraff 266b og allar mannarættindakonventiónir annars. Hetta er undirritaði púra samdur við Jenisi í, og tí raka atfinningar Jenisar við síðuna av.
Tað, eg harafturímóti skuldseti Bill fyri, er, at hann í Kjakinum í SvF gjørdi mun á hesum seinasta initiativinum fyri tey samkyndu og síðani restini av paragraffini. Bill vildi tí ikki viðurkenna ta sannroynd, at broytingaruppskotið byggir á júst sama logikk og motivatión, sum restin av paragraffini ger, nevniliga at verja hóttar og trýstar minnilutar.
Hetta er tað, míni sjónarmið snúðu seg um, og hava tey tí lítið við atfinningar Jenisar at gera.
Viðmerkingarnar
Jenis av Rana vísir síðani til viðmerkingarnar til broytingaruppskotið um at víðka mannamunsgreinina og sigur, at her royna uppskotsstillararnir »at sannføra um, hvussu neyðugt tað er við serverju fyri hesi«. Aftur her fer Jenis skeivur. Orðini »serverja«, serrættindi ella serlóggáva eru ongantíð nevnd gjøgnum allar viðmerkingarnar, og er hetta enn ein roynd at billa føroyingum inn, at samkynd nú skulu takast fram um aðrar samfelagsbólkar.
Mótvegis pástandinum hjá Jenisi stendur orðarætt at lesa í viðmerkingunum hjá Finni og Annitu, at »málið snýr seg um at tryggja einum bólki nøkur mannarættindi. Málið snýr seg um, at vit í Løgtinginum eiga at verja ávís fólk móti mannamuni og happing«. Hetta, og einki annað, er endamálið við uppskotinum, og tí kann eg endurtaka míni orð um, at talan ikki er um serlóggávu ella serrættindi, men um javnrættindi og fyribyrging av mannamuni. Tí siga viðmerkingarnar onga aðra søgu enn hana, sum undirritaði hevur víst á, og tí byggir partur av kampagnuni hjá nei-síðuni framvegis á bluff.
Miðflokkurin og mismunur
Og tað gerst heilt tragikomiskt, tá Bill Justinussen í almennari heilsan til Gerhard Lognberg í seinastu viku skrivar, at Miðflokkurin ikki tekur undir við at gera mismun á fólki. Um Miðflokkurin ikki tekur undir við at gera mismun á fólki, og um lógaruppskotið orðarætt snýr seg um »at verja fólk móti mismuni«, hvør er so trupulleikin hjá Miðflokkinum?