Í dag hevur felagið sostatt 40 ára føðingardag.
Felagið heldur til á Sandvíkum í Tórshavn, har skjótibreytin eisini liggur.
Framtíðin fyri skjótibreytina er spennandi, tí Tórshavnar Kommuna hevur fyri stuttum, sett av pening til at uppstiga og nútíðargera breytina, so hon millum annað lýkur altjóða krøv, skrivar felagið í tíðindaskrivi.
186 skrásettir limir eru í felagnum, harav tveir eru heiðurslimir. Seinastu tíðina hevur tilgongdin av nýggjum limum verðið stór, og hevur felagið tískil sett í verk eina skipan til móttøku av nýggjum limum. Yngsti limur í felagnum er 12 ár, og elsti limur er 88 ár.
Uttanfyri Føroyar hava skjúttarnir í felagnum eisini staðið seg væl, millum annað eigur felagið fyrsta skjúttan, sum vann heiðursmerki í skjóting á oyggjaleikum.
Eftir ætlan, skuldi føðingardagsveitsla og føðingardagskapping verið hildin í morgin, men orsaka av koronasmittuni eru bæði tiltøk avlýst.