Í kvøld spældu Gilli R. Sørensen og liðfelagarnir í Vejle fimta dystin í donsku superliguni hetta kappingarárið, og aftur í kvøld endaði tað við einum tapi til Vejle.
Vejle tapti í kvøld á útivølli 1-2 fyri Viborg.
Renato Junior skoraði sigursmálið fyri Viborg tá bert fýra minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini.
Sergio Pereira Andrade legði Viborg á odda 1-0 tá seks minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki. Lítla løtu seinni fekk Vejle ein VAR-dóm ímóti sær, og var eitt mál hjá Kristian Kirkegaard kolldømt fyri rangstøðu.
Í 64. minutti eydnaðist tað tó German Onugkha at javna til 1-1, men stutt undan dystarendanum misti Vejle eitt kærkomið stig.
Gilli kom á vøllin tá 65 minuttir vóru leiktir av dystinum.
Vejle er aftast í superliguni við ongum stigi.
Komandi mánakvøld tekur Vejle móti Brøndby á heimavølli.