Veljarakanning: Samgongan hevur stóra afturgongd

Um val var í dag, so hevði samgongan mist 5,1 prosent av atkvøðunum.

 

Tað merkir, eins og fleiri aðrar veljarakanninga hava víst, at samgongan hevði fallið.

Tað vísir veljarakanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Vágaportalin.

Kanningin gevur Fólkaflokkinum 20,9 prosenta av atkvøðunum. Tað er ein afturgongd upp á 3,6 prosentstig, og er Fólkaflokkurin tann flokkur, sum hevur størstu afturgongdina. Flokkur missir ein tingsess og fær 7 tingsessir.

Sambandsflokkurin fær 18,1 prosent, sum er ein afturgongd upp á 2,2 prosentstig. Tað merkir, at Sambandsflokkurin hevði mist ein tingsess og hevði fingið 6 sessir.

Javnaðarflokkkurin hevur stór framgongd í veljarakanningini. Flokkur gongur 7,5 prosentstig fram og fær 29,7 prosent av atkvøðunum. Tað hevði givið flokkinum 10 tingsessir.

Í hesi kanningini er Sjálvstýri oman fyri tinggáttina við 3,1 prosenti av atkvøðunum. Tinggáttin er 3,03 prosent. Tað merkir, at Sjálvstýri varðveitir sín ein tingsess.

Tjóðveldi gongur aftur í kanningini og fær 16,4 prosent. Tað gevur flokkinum 5 tingsessir, ein minn enn á seinasta valið.

Miðflokkurin og Framsókn standa í stað og varðveita hvør sínar 2 tingsessir.

 

##med2##

 

Gallup hevur fyri vp.fo eisini spurt, hvønn av floksformonnunum, fólk vilja hava til løgmann. Teir fáa hesa undirtøkuna:

1. Aksel V. Johannesen: 37 prosent

2. Veit ikki: 26 prosent

3. Bárður á Steig Nielsen: 22 prosent

4. Høgni Hoydal: 8 prosent

5. Christian Andreasen: 5 prosent

6. Ruth Vang: 1 prosent

7. Jenis av Rana: 1 prosent

8. Sámal Petur í Grund: 0 prosent