Veljarans vágskál

“Tá ert tú og livir tú best. Eitt sindur á eggini og onkuntíð næstan farin útav.”

 

Hesi vóru boðini eg fekk frá eini vinkonu, tá eg gjørdi av at stilla upp til fólkatingsvalið í heyst. Kenslan var sum hon á myndini, sum er tikin í Tindhólmi í summar. Eg var glað, spent – og ræðslusligin!

 

##med2##

 

Eg lenaði meg útav eggini í vónini um, at línan fór at halda til eg fekk fast undir føtur aftur.

 

31. oktober fekk eg veljarans dóm. 690 atkvøður. Eg eri bæði glað, eyðmjúk og bilsin av góða úrslitinum. Túsund takk fyri!

 

Nú leggi eg meg aftur á vágskálina hjá tykkum veljarum. Hesa ferð til løgtingsvalið. Kenslan er tann sama sum seinast.

 

Eg er glað og spent og havi álit á, at línan fer at halda. Eg trúgvi, at føroyingar vilja hava ein annan politikk. Línan er samhaldsfesti og frælsi. Rættvísi og skynsemi. Burðardygd og grønt skifti.

 

Eg vil virka fyri, at:

 

· Ríkidømið verður javnari býtt.

 

· Vælferðarstørvini verða raðfest bæði tá tað kemur til løn og arbeiðsumstøður.

 

· Færri brúkaragjøld eru á vælferðartænastum sum t.d. tannlækna.

 

· Íverksetar og smærri vinnurekandi skulu stimbrast og stuðlast.

 

· Gransking og útbúgving fáa betri karmar.

 

· Bústaðarmarknaðurin verður fjølbroyttari og øll kunnu fáa tak yvir høvdið.

 

· Barna- og ungdómsøkið verður raðfest.

 

· Okkara eldru borgarar kunnu liva eitt virki og virðiligt lív sum longst.

 

· Stimbra og stuðla ítróttar- og frítíðarlívi, so vit fáa betri fólkaheilsu samstundis sum vit standa saman um okkara úrmælingar.

 

Veðurlags- og umhvørvispolitikkur avmarkar seg ikki til eitt ávíst politiskt øki og eigur ikki at liggja sum ein satelittur uttanfyri sosial-, fíggjar- og vinnupolitikk. Tvørturímóti skal hann samantvinnast við allan førdan politikk. Peningur og orka skal setast av til tað.

 

Tit frætta meira um alt hetta komandi vikurnar.

 

Liljan Weihe

 

Valevni, Tjóðveldi