Veljararnir venda donsku stjórnini bakið

Hevði fólkatingsval verið í dag, høvdu flokkarnir aftan fyri ta donsku stjórnina fingið 44 prosent av atkvøðunum, meðan andstøðuflokkarnir høvdu fingið 56 prosent. Tað hevði givið andstøðuni greiðan meiriluta í Fólkatinginum, og Helle Thorning-Schmidt hevði verið forsætisráðharri.

Tað er úrslitið av einari meiningakanning, sum Megafon hevur gjørt fyri Politiken og TV2.

Kanningin gevur Sosialdemokratunum stóra framgongd. Flokkurin fær 31,5 prosent og 10 tingmenn afturat. Danski Fólkaflokkurin missir hinvegin fýra tinglimir.

Politiskir eygleiðarar í Keypmannahavn siga, at tað er millum annað tann seinasti endurreisingarpakkin hjá stjórnini, sum kostar atkvøður.