Vendið flokkunum bakið til bý- og bygdarráðsval!

Í teimum størru kommununum hava vit stillað flokspolitiskt upp til kommunuval. Hvat er endamálið við tí? Hvat hava Sambandsflokkurin og Tjóðveldi við kommunalpolitikk at gera? Samband við hvønn? Loysing frá hvørjum?

Onkur vil siga, at ymiskt í stevnuskráunum hjá flokkunum er relevant í kommunalum høpi. Fyri Tjóðveldi og Javnaðarflokkin, sum í dag ráða fyri borgum í Tórshavnar Kommunu, má hetta merkja sosial ábyrgd og umhvørvisábyrgd. Trupulleikin er bara tann, at hesir flokkar við Heðini Mortensen og Leivuri Hansen á odda ganga beint ímóti stevnuskráum floksins, uttan at tað fær nakrar avleiðingar.

Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin hava tilvitað noktað at gjørt eina umhvørvisárinskanning av størsta bingjuhavnsprojekti í landinum, hóast vit eru nógv sum hava biðið um hetta. Eg vil meina, at sambært galdandi havumhvørvislóg, er hetta krav. At nokta at gera eina umhvørvisárinskanning er eisini ein avgerð fullkomuliga í stríð við stevnuskrá og vanligt vit og skil. At Javnaðarflokkurin, sum eigur formannin í Umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar Býrað, so roynir at kompensera við lítlum tiltøkum við vistfrøðisligum smyrsli, nyttar ikki nógv, tá man blankt noktar at kanna umhvørvisárin av einari bingjuhavn, sum púra ábyrgdarleyst frá einum umhvørvissjónarmiði og sosialum sjónarmiði verður kroyst millum hús innast í einum firði. Umhvørvistiltøkini hjá Elin Lindenskov í Tórshavnar Býráð, sum eisini atkvøddi fyri at gera eina bingjuhavn uttan umhvørvisárinskanning, eru sum at royna at bøta um støðuna á einum søkkandi Titanic við at hampa um dekkstólarnar.

Javnaðarpolitikkur er ikki at venda sær frá umhvørvisvandalismu, men at standa sum garantur móti henni. Tað hevur Javnaðarflokkurin í Tórshavnar Býrað ikki livað upp til. Hvat nyttar tað at atkvøða fyri tí, sum Elin Lindenskov og stevnuskráin sigur, tá íð tað er Heðin Mortensen og hansara umhvørvispolitikkur, ella mangul upp á sama, sum dikterar gongdina uttan fyri ringvegin í Havn?

Heldur ikki Tjóðveldi hevur nakað at vera errin av á umhvørvisfrontinum. Tjóðveldi eigur formannin í Havnanevndini, Leivur Hansen, sum í stríð við byggisamtykt byrjaði eina bingjuhavn á einum vinnuøki. Hetta bíða vit mong framvegis eftir, at Tórshavnar Kommuna skal setast upp á pláss fyri. Kanska onkur fjølmiðil fer at biða um alment innlit hjá Løgmansskrivstovuni og Løgmálaráðnum um hetta, so almenningurin sær, hvussu umsitið hevur verið í stríð við galdandi lóg, uttan at nakar – enn – hevur tikið nakra avleiðing av hesum. Leivur Hansen noktaði eisini blankt at gera eina umhvørvisárinskanning, uttan at hetta upp á nakran máta bleiv átalað frá floksins síðu. Um umhvørvispolitikkurin er burtur í býráðspolitikkinum hjá Tjóðveldi, so er floksins frammanundan spinkla endamál at stilla upp til kommunuval burtur.

Veljarar, sum atkvøða flokspolitiskt til kommunuval eru bara atkvøðuneyt hjá einstaklingum sum Leivur Hansen og Heðin Mortensen, sum ikki kenna eina stevnuskrá frá telefonbókini.

Eg eri tí komin til ta niðurstøðu, at rætti vegurin fram er at stilla borgaralistar upp til komandi býráðsval. Flokkarnir fylgja allíkavæl ikki sínum stevnuskráum í kommunalpolitikki.

Fólk mugu kunna fáa grundstykki í sínari heimbygd. Harafturat má eitt og hvørt nærumhvørvi tryggjast móti umhvørvisvandalismu, sum bingjuhavnsørskapurin hjá Tórshavnar Havn. Eitt slíkt øki, sum tað sum Tórshavnar Havn vil brúka sum bingjuhavn á Oyrareingjum, má setast av til onkran 9 til 5 vinnuaktivitet sum ger tað meiri liviligt í nærumhvørvinum, heldur enn at hava eitt stórt tómt øki fult av bingjum við tilhoyrandi larmi og dálking dag og nátt, sum fer at forkoma aldargomul búpláss og náttúru rundanum.

Hetta verður bert tryggjað við, at borgaralisti verður gjørdur. Eitt borgara- og umhvørvisvinarligt alternativ til floksumboðini, sum ikki fylgja stevnuskráum allíkavæl.