Danska blaðið Nordjyske hevur í dag eina grein um teir tríggjar føroyingarnar í Vendsyssel FF, og undir yvirskriftini “Færøsk fodbold fascinerer i Vendsyssel” hava Ove Christensen, venjari, og Jacob Krüger, ítróttarstjóri, bara góð orð at bera føroyingunum.
- Reint menniskjasligt kanst tú ikki lata vera við at vera góður við teir. Teir spæla fótbólt á ein ábyrgdarfullan hátt og spæla fyri liðið, sigur venjarin, Ove Christensen, sum áður hevur verið í Føroyum í fótbóltsørindum.
- Eg sá spennandi dystir og góðan ungdómsfótbólt. Tað var sera positivt. Teir eru vinarligir og eldhugaðir, eins og vit eru. Teir eru álítandi og ídnir. Tað eru okkara føroysku leikarar eisini, sigur Vendsyssel-venjarin og heldur fram:
- Teirra hugburður passar væl inn. Teir eru falnir væl til uttan fyri vøllin, og teir hava avrikað væl á vøllinum – serliga Hallur og René. Meinhard er ein longri ætlan. Hann er ein ungur leikari, sum vit vóna fer at blanda seg um eitt ella tvey ár.
Í greinini hjá Nordjyske sleppa Hallur og Meinhard eisini til orðanna. Teir báðir eru samdir um, at tað var heldur einsligt at byrja við, men at tað hevur verið ein stór hjálp at havt aðrar føroyingar í hópinum. Nú eru teir tó falnir væl til, allir tríggir.
Ove Christensen og Jacob Krüger hava tosað sínamillum um at fáa vertsfamiljur – møguliga í Hirtshals, har nógvir føroyingar eru frammanundan – sum kunnu taka sær av ungum føroyskum spælarum. Tað er nevniliga ein greið ætlan at fáa fleiri føroyskar spælarar til Vendsyssel FF.
- Tað er eingin ivi um, at tað er ein góð framtíð í føroyskum fótbólti. Tað vilja vit fegnir vera ein partur av, so vit vilja gjarna fáa fleiri spælarar. Teir tríggir, vit hava, eru ikki teir síðstu. Langtfrá, sigur Ove Christensen at enda.