NSÍ boðar í dag frá, at felagið hevur longt sáttmálan við hjálparvenjaran Asbjørn Tungá og málmansvenjaran Símun Rógva Hansen. Asbjørn Tungá og Símun Rógvi Hansen hava báðir longt sáttmálan við NSÍ við einum ári.
Tað merkir, at venjaratoymið hjá NSÍ samlað sæð er uppá pláss til næsta kappingarár. Jens Wedeborg og Jóhan Esmarsson Heimustovu hava sáttmála við NSÍ, ið er galdandi næsta kappingarár eisini.
- Kontinuitetur er ógvuliga týdningarmikil í liðítrótti. Tað tekur tíð at skapa framgongd, bæði sum spælari, lið og venjari. Tíðin er farin frá tí, at tað var ein venjari, sum tók sær av øllum sjálvur. Arbeiðsuppgávurnar eru nógvar og ymiskar. Tí er eg ógvuliga fegin um, at vit kunnu halda fram við sama venjaratoymi í 2025. Vit trívast sera væl saman, bæði persónliga og fakliga, sigur høvuðsvenjarin hjá NSÍ, Jens Wedeborg.
NSÍ hevur hevur kortum longt sáttmálarnar við lokalu miðvallarar Betuel Hansen og Beinir Nolsøe. Í NSÍ eru tey fegin um gongdina í kappingarárinum í løtuni.
- Vit eru í gongd við eitt frálíkt kappingarár, og venjaratoymið eigur sín stóra part av hesum góða árinum. Vit í NSÍ-leguni eru tí sera takksom fyri, at Asbjørn heldur fram sum hjálparvenjari, og at Símun Rógvi framhaldandi kemur at venja okkara málmenn, skrivar NSÍ.
NSÍ er í løtuni á fjórða plássi í Betri deildini hjá monnum.