TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við Sonna Larsen, venjara hjá H71 aftaná H71 hevði vunnið 24-21 (11-11) á StÍF i dysti í FTZ-deildini, sum var spældur á Skála í dag.
Hóast hann er glaður um úrslitið, so er Sonni Larsen ikki avriksliga nøgdur við spælið hjá sínum spælarum, og ta einu løtuna mátti hann taka eitt time-out, har hann veruliga mátti práta við risastórum stavum, og eftir tað koppaði dysturin til H71.
Sonni Larsen er glaður fyri fyrsta hálva árið í Føroyum, og heldur seg hava eitt spennandi starv, sum høvuðsvenjari hjá H71. Hann gevur sínum spælarum høvið at taka sær av løttum í kvøld, men ætlar at síggja teir til venjing aftur mánakvøldið.
Støðan