Venjing: Lúka 1 - Squat

Stand í einari gleivsstøðu. Boygg nú knø og mjadnar inntil knø og mjadnar eru boygd áleið 90 stig. Strekk síðani knø og mjadnar aftur.

 

Endurtak!

Hendan venjingin venur stóru mjadna- og lærvøddarnar og er sera effektiv, um ein ynskir at byggja sterkar vøddar (tá skal eitt sindur meir vekt til).

 

Eisini er venjingin sera væl egnað í einum steðgi í arbeiðstíðini.

Tað er ymiskt hvussu tungt fólk merkja hesa venjing. Tað sum er mest umráðandi er at tú merkir onkra møði í vøddunum, tá tú er liðug/ur at venja.

Uppskot til endurtøkur: 20

Niklas Reginsson

Fysioterapeutur

NB Fysioterapi