Venjing: Lúka 3 - Lunges

Stand við samlaðum beinum. Lyft tað eina beinið upp og tak eitt langt fet fram. Boyggj nú bæði knøðini niður í umleið 90° og vend síðani aftur, og samlað beinini. Endurtak við mótsatta beini. Um tú merkir pínu av hesari venjing, so boyggj knøini minni enn 90°.

 

Tað góða við lunges er, at tú fær vant bæði beinini eins nógv. Talan er um eina sera góða venjing til lær- og mjædnavøddar. Eisini er tað eitt sindur av balansuvenjing í lunges. Samanborið við squat, er tað minni sannlíkt at ein óbevíst kompenserar ísambandi við venjingina.

 

Ein skal merkja møði í fremra lærvøddanum og stóra mjædnavøddanum (afturpartinum).

 

Uppskot til endurtøkur: 10 til hvørt bein

 

Niklas Reginsson

Fysioterapeutur

NB Fysioterapi