IRF boðaði fyrr í dag frá, at stóra umvælingin á Brennistøðini á Hagaleiti í Leirvík nú er byrjað. Arbeiðið inniber at taka gamla heittvatnsketilin niður og seta ein nýggjan ketil upp.
Poul Andrias Joensen, stjóri í IRF, var í tíðindunum á Rás 2 í dag og greiddi frá fyrimununum við nýggja ketlinum.
- Í dag sigur man, at vit klára at brenna 3 tons um tíman, men tað liggur nakað niðanfyri tað. Vit plaga at siga í miðal 2,5 tons. Tann nýggi kemur upp á 3,5 tons um tíman. So vit klára at brenna meira, segði stjórin við Rás 2, áðrenn hann nevndi ein annan fyrimun.
- Við tí ovninum ella ketlinum vit høvdu, skuldu vit steðga fimtu ella sættu hvørja viku at reinsa hann. Tað sleppa vit frá nú. Hesin ovnurin, um lyftini halda, kemur at vera í rakstri í 8.000 tímar út í eitt. Tað vil siga, at vit koma at hava eitt stopp um árið. So hann verður rættiliga nógv meira effektivur.
Til ber at hoyra alla samrøðuna við Poul Andrias Joensen við at trýsta á pílin undir myndini.