Verða sjúk av hægri lesnaði

- Vit hava skipað eitt universitet, sum ger okkum sjúk heldur enn klók, sigur formaður fyri studentafelag, eftir helvtin av teimum lesandi á Københavns Universiteti siga seg kenna tekin um strongd.

Næstan helvtin av teimum lesandi á Københavns Universiteti, har eisini nógv føroysk lesandi eru innskrivað, siga, at tey í gerandisdegnum kenna kropslig tekin um strongd. Tey hava hjartabankan, kenna seg tyngd og hava trupulleikar við at sova og savna seg. 64 prosent siga, at tey kenna hesi tekin um strongd í sambandi við próvtøkur.

Hetta vísur ein spurnarkanning, sum er gjørd á universitetinum, skrivar Politiken í dag.

- Hetta kanningarúrslitið taka vit seriøst, og vit eru í holt við at granska tølini fyri at finna fram til, hvaðani strongdin kemur, og hvat vit kunnu gera við tað, sigur Lykke Friis, sum er prorektor á København Universiteti, við blaðið.


Kanningin vísur, at tað eru serliga lesandi á útbúgvingum og fakultetum, har frálærutímarnir eru fáir, og bygnaðurin er veikur, sum kenna tekin um strongd.

- Hetta eru skelkandi tøl, og vit hava í grundini skipað eitt universitet, sum ger okkum sjúk heldur enn klók. Tað sigur seg sjálvt, at vit fáa ikki dugnalig lesandi, um fólk hava ilt í búkinum og hava ilt við at sova orsaka av lesnaðinum, sigur Jacob Ruggard, sum er er formaður fyri Studerendes Fællesråd, við Politiken.

Hann heldur, at ein loysn er at fáa fleiri frálærutímar og meira floksfrálæru heldur enn fáar fyrilestrar við stórum tali av næmingum uttan samband við læraran.