Verjulóg frá 1922

Tað var áhugavert og rørandi at lesa samrøðuna, sum Dorit Hansen hevði við Dianu í Puntabyrgi í Sosialinum 10.desember á altjóða mannarættindadegnum

Tað var veruliga hugstoytt at lesa, at myndugleikarnir í Føroyum ikka hava sæð stóra týdningin at broyta gomlu verjulógina frá 1922, sum inniber eina menniskjafatan, sum ikki hóskar til dagsins samfelag.

Eg veit,at tað tekur tíð at gera nýggjar lógir, tað hava vit livað við innan flest øki, og eru tað enn nógvar lógir í Føroyum, sum eru ótíðarhóskandi og sum ikki passa til okkara samfelag.

Eitt samfelag sum Føroyar kann ikki liva við, at hava eina avoldaða lóg, har fólk ikki eru nóg væl vard og har rættartrygdin kann verða sett í vanda.

Hetta mál mugu komandi politikarar loysa, so fólk við menningartarni kunnu tryggjast rættindi.

Hetta er ein samfelagsbólkur, sum ikki rópar hart upp um síni samfelagsrættindi.

Í okkaru demokratisku stýrisskipan eiga øll at vera vard, sæð og hoyrd.

Verði eg ein av komandi løgtingskvinnum, vil eg arbeiða fyri hesum máli.