Hondbóltur
73 mál í einum og sama dysti. Tað var tað, sum áskoðararnir á Hálsi í Havn vórðu vitni til leygardagin, og tað borgar fyri undirhaldi av tí sjáldsama góða slagnum.
Hinvegin ber tað eisini boð um, at verjuspælið ikki akkurát var optimalt hjá báðum pørtunum, sum dystaðust.
Fyrst og fremst, so tóktist denturin vera lagdur á, at spæla upp til skjúttarnar, sum hvør í sínum lagi gera um seg hjá teimum báðum liðunum. Og bar hetta ikki til, so høvdu strikurnar eisini gott pláss, soleiðis at málverjarnir aloftast vóru púrasta prísgivnir, tá skot varð latið av.
Størsta partin av dystinum gekk tað serstakliga javnt fyri seg. Liðini skiftust um at hava leiðsluna, men kanska vóru vetmenningarnir teir, sum tóktust hava størra yvirskotið.
Tann gongdin helt sær, til bara eitt korter restaði av dystinum. Tá fekk Neistin seinastu trumfirnar hjá sær við í spælið. Eingin ivi er um, at hópurin hjá Neistanum er tann breiðasti í landinum, um tosað verður um profilar, og tað vóru eisini tríggir av hesum, sum áttu størsta partin av seinasta korterinum. Ingi Olsen, Áki Mørk og Heini Hanusarson høvdu fram til hetta ikki gjørt tað heilt stóra um seg, og eftir at 27-27 varð broytt til 34-29, var ongan tíð nakar vegur aftur hjá vestmenningum.
Ístaðin kókaði yvir seinastu løtuna, tá bæði Agnar Joensen og Heini Joensen fingu reyða kortið frá dómaraparinum.
Fakta um dystin
Neistin-VÍF 38-25 (18-18)
10 min: 5-7
20 min: 12-12
40 min: 24-24
50 min: 33-28
Málskjúttar
Neistin: David Edvardsen 9(3), Ingi Olsen 8, Jugoslav Djumic 8, Finnur Hansson 6, Áki Mørk 4(1), Heini Hanusarson 3
VÍF: Agnar Joensen 8, Bjarti Hansen 8, Sámal Joensen 7(2), Magnus Müller 6, Sámal J. Djurhuus 4, Regin Joensen 2
Brotskøst: Neistin 5, VÍF 2
Útvísingar: Neistin 4, VÍF 5
Diskvalifikatiónir: Neistin 1(beinleiðis reytt), VÍF (beinleiðis reytt)