Verkætlanarleiðari til Visit Tórshavn

Fá útheimin sum títt arbeiðspláss – og fá útheimin heim til Føroya

 

Vinnuferðafólk eru fólk, sum ferðast í vinnuligum ørindum. Visit Tórshavn, Visit Faroe Islands og Tórshavnar kommuna eru farin at samstarva um at menna føroysku vinnuferðavinnuna. Nú er tørvur á verkætlanarleiðara – er tað tær, vit leita eftir?

 

Í hesum starvinum sleppur tú at arbeiða í einum altjóða umhvørvi, har tú fert at marknaðarføra Føroyar og Havnina sum eitt ráðstevnu- og fundarstað. Tú arbeiðir fyri okkum á Visit Tórshavn, meðan skrivstovan er á Visit Faroe Islands.

 

Starvið inniber

 

• At marknaðarføra Føroyar og Havnina

• At menna Føroyar sum burðardygt ferðamál

• At samskifta við kundar og netverk úr øllum heiminum

• At bjóða upp á ráðstevnur

• At samskifta við føroyskar ambassadørar í vinnuferðavinnu

 

Hetta setur krøv til, at tú hevur royndir við altjóða marknaðarføring og dugir at arbeiða sjálvstøðugt.

 

Vit vænta, at tú

 

• Hevur royndir innan altjóða sølu og marknaðarføring

• Hevur viðkomandi akademiska útbúgving

• Tosar og skrivar gott enskt og dugir at samskifta á grannamáli

 

Ert málsøkin og hevur altjóða seljaralyndi

 

Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi fulltíðarstarv við nógvum samskifti úteftir á høgum fakligum stigi, ið tú verður við til at skapa. Tú kanst vænta ein fjølbroyttan gerandisdag og nógva uttanlandsferðing.

 

Løn og setanartreytir

 

Hetta er eitt tíðaravmarkað starv fyri fólk í barnsburðarfarloyvi. Starvið verður sett sum skjótast og er tíðaravmarkað til mai 2024 – kanska longur.

 

Tú fært løn eftir avvarðandi sáttmála.

 

Send umsókn

 

Umsóknir til starvið við viðkomandi avritum skulu sendast til liljanw@torshavn.fo. Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 5. februar 2023, og starvið verður sett skjótast til ber.

 

Allar umsóknir verða sjálvandi viðgjørdar í trúnaði.

 

Tú kanst frætta nærri við at venda tær til Liljuna Weihe, stjóra, á 288482 ella á liljanw@torshavn.fo. Tú kanst eisini seta teg í samband við Annleyg Lamhauge, sum verður tín nærmasti starvsfelagi á Visit Faroe Islands á 556136 ella annleyg@visitfaroeislands.com.

 

Visit Tórshavn

Niels Finsens gøta 17 P.O. Box 379 FO-110 Tórshavn www.visittorshavn.fo