Verkætlanin á Løðhamri gerst veruleiki

- Ætlanin hjá okkum er at fáa ein part av fiskaplássinum klárt til jóansøku, sum verður í Vági í ár, sigur formaðurin í mentanarnevndini, Levi Mørk.

Seinastu tíðina hava arbeiðsmenn hjá Vágs kommunu ruddað og fríðkað um gamla fiskaplássinum á Løðhamri í Vági. 

 

Her eru benkrir settir upp, og kantur er stoyptur framvið sjóvarmálanum. Ætlanin er eisini at gera gøtu oman og ein pall ella bátabrúgv fram við sjónum.

 

Ætlanin hjá Vágs kommunu er at fáa ein part av fiskaplássinum á Løðhamri klárt til jóansøku, sum verður í Vági í ár.

 

Kommunan hevur í ár sett 400.000 krónur av til nýskapan á fiskaplássinum. Arbeiði er nú væl í gongd, har fiskaplássið verður gjørt til eitt søguligt mentarnarøki. 

 

- Ætlanin er eisini at gera íbúðir á vestara parti av økinum, og áhugi er fyri økinum, nú útbjóðingartilfarið til íbúðirnar hevur ligið alment frammi. 

 

Tað sigur Levi Mørk, formaður í mentanarnevndini hjá Vágs kommunu. 

 

Hann heldur, at verkætlanin á Løðhamri er eitt stórt framstig fyri at fáa eitt veruligt miðbýarumhvørvi í Vági, har tað siðsøguliga kann varðveitast og sameinast við tí nýggja. 

 

- Á fiskaplássinum eru longu nú møguleikar fyri ymiskum mentanarligum tiltøkum, og her er tað bara hugflogið, sum setir avmarkingarnar, sigur Levi Mørk,  formaður í mentanarnevndini hjá Vágs kommunu.

 

Vit kunnu leggja aftrat, at myndin ovast er at Mannbjørn Gaard, arbeiðsmanni hjá Vágs kommunu og Levi Mørk, mentanarnevndarformanni.