Verkfall: Heita staðiliga á partarnar um at finna eina virðiliga loysn

Øll børn við serligum tørvi mugu hava góða skúlagongd

ADHD felagið heitir nú staðiliga á Pedagogfelagið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og á Fíggjarmálaráðið um at finna eina virðiliga og góða loysn fyri at børn við serligum tørvi sleppa í skúla. Tað siga tey, nú Pedagogfelagið er farið í verkfall tí at samráðingarnar um nýggjan sáttmála eru slitnaðar.

 

Mánamorgunin fóru allir stuðlarnir í skúlaverkinum í 24 tíma verkfall, men arbeiðsgevarin svaraði skjótt aftur og boðaðu frá, at teir sluppu ikki aftur til arbeiðis fyrr enn ein nýggjur sáttmáli fyriliggur. Verkfallið umfataði pedagogar í fólkaskúlanum, frískúlum og forskúlum,

 

Men týskvøldið varð støðan broytt og Fíggjarmálaráðið strikaði verkbanni hjá teimum flestu so at 48 av stuðlunum skuldu møta aftur til arbeiðis. Hinir 66 pedagogarnir eru framvegis verkbannaðir, men Figgjarmálaráðið segði, at hetta tryggjar, at næmingarnir sleppa aftur í skúla.  

 

ADHD felagið sigur, at fleiri børn við ADHD ella ADD eru tengd at einum stuðuli í styttri ella longri tíð. Uttan góðan stuðul frá stuðlum, trívast og mennast børn við serligum tørvi ofta ikki - og tíverri kunnu tey tá enda við at verða so illa fyri sálarliga, at tey kanska ongantíð verða sjálvbjargin.

Felagið sigur, at tað er ikki bara menniskaliga at tað er ein góð íløga at geva børnum við serligum tørvi góðan stuðul, tað er eisini ein góð íløga fyri samfelagið.

 

– Sernámsfrøði og starvið sum stuðul í fólkaskúlanum er rættiliga nýtt, og uppgávan er ikki nógv væl lýst, eisini tí at uppgávurnar eru so ymiskar. Økið er í einari uppbyggingarfasu, men har eru nógvir trupulleikar.

Ein trupulleiki er, at eftirútbúgving og førleikamenning á serøkinum hevur verið undir fyrireiking í fleiri ár, men enn er einki komið burtur úr.

– Vit hoyra javnan um stuðlar í fólkaskúlanum, sum fara úr starvi, tí teir fáa betri setanartreytir og førleikamenning í øðrum starvi. 

– Námsfrøðiútbúgvingin og eisini læraraútbúgvingin hava alt ov lítið av sernámsfrøði og ser-frálærufrøði og stuðlar verða oftast settir til sjálvan flokkin, heldur enn til einstaka barnið við serligum tørvi. Tað ger tað ringt hjá barninum at fáa tað góða sambandi og tað neyðuga støðufesti.

 

ADHD felagið sigur, at hagtøl vísa, at av teimum 94 stuðlunum, ið vóru í fólkaskúlanum seinasta skúlaár, vóru heili 42 prosent, ófaklærdir og restin vóru námsfrøðingar og nakrir vóru lærarar. Tey 42 prosentini eru eitt greitt tekin um, at fólk við fakkunnleika velja sær ikki hesi størvini, hóast serøkið, sum heild, er væl umtókt hjá námsfrøðingum. Hetta má og skal undirvísingarstýrið gera nakað við, sigur ADHD felagið.

 

– ADHD felagið fer við hesum at heita á Mentamálaráðið um at endurskoða stuðulsøkið, soleiðis at stuðlar fáa betri, greiðari og rættvísari treytir at arbeiða undir, soleiðis at trivnaður og fakligheit økist.